Hóast hann nú umboðar Al Nassr í Saudiarabia, so letur tað til, at Cristiano Ronaldo framvegis er førur fyri at vera til nyttu á portugisiska landsliðnum. Í kvøld var 38 ára gamli Ronaldo fyri 197. ferð á portugalska landsliðnum. Tað er nýtt met fyri landsliðsspælarar av kallkyni. Portugal vann á heimavølli 4-0 ímóti Liktinstein, og Ronaldo skoraði í seinna hálvleiki tvey tey seinastu málini.
Italia megnaði ikki at vinna seg í HM endaspælið, sum undan jólum var í Katar. Tí eru italiumenn sera uppsettir at vinna seg í EM endaspælið, sum í 2024 verður í Týsklandi.
Í fyrsta dystinum gekk tað ikki væl hjá Italia, sum í Napoli var á heimavølli ímóti Onglandi. Ongland hevði ikki vunnið á útivølli ímóti Italia síðani 1961.
Men í kvøld vann England 2-1. Merkisvert var tað, at Harry Kane undan steðginum økti til 2-0, tá ið hann umsetti brotsspark til mál. Hetta var 54. málið hjá Kane fyri føðilandið, og tað er nýtt met. Frammanundan átti Harry Kane metið við 53 málum saman við Wayne Rooney.