Ongi úrslit

Nú er eldur í HM kappingini

Talan var um stórt drama, áðrenn Kroatia og Frakland tryggjaðu sær pláss í hálvfinaluni

Jonhard Hammer
28. januar kl. 22:08

Í nógvum dystum hevur málmunurin verið so stórur, at talan ikki hevur verið um spenningin, sum skal til fyri at hondbóltur skal vera heilt áhugaverdur. Styrkismunurin hevur stutt sagt verið ov stórur.

Í dag vóru tvær tær fyrru fjórðingsfinalurnar, og nú var allur tann spenningurin, sum tað ikki hevur verið nakað at sæð til.

Kroatia vann 31-30. Sigursmálið varð skorað í síðsta sekundi.

Tá ið tað restaðu fimm minuttir, var Ungarn frammanfyri 30-26, og tá ið tað restaði ein minuttir, var støðan 30-30. Støðan var óbroytt, inntil í síðsta sekundi.

Høllin kókaði í kroatiska høvuðsstaðnum Zagreb. Ungarn hevði allar møguleikar at skora sigursmálið, men teir misnýttu. So vóru bara heilt fá sekund eftir, og hýrurin var øgiligur millum teir 15 túsund heimaáskoðararnar, tá ið tað eydnaðist at skora sigursmálið.

Í Oslo var tað uppaftur teprari, tá ið Frakland vann fjórðingsfinaluna ímóti Egyptalandi. Hetta var fjórða HM kappingin á rað, at hesi bæði brustu saman í fjórðingsfinaluni, og hetta var fjórða ferðin, at Frakland vann.

Egyptaland javnaði til 33-33, tá ið tað restaðu fá sekund, og so sá tað út til, at tað fór at verða neyðugt við longdari leiktíð. Men tað eydnaðist Frakland av miðjuni at senda bóltin í egyptiska málið, meðan málverjin var á veg upp á pláss. Upptøkurnar vístu, at tað bara vóru 3/10 partar av einum sekundi eftir, tá ið bólturin fór um strikuna.

Kroatia og Frakland fara at spæla hálvfinalu hósdagin.

Í morgin verður greitt, hvørji fara at spæla hina hálvfinaluna, sum verður fríggjadagin. Í morgin spæla Danmark – Brasil og Portugal – Týskland.

 

Mest lisið hesa vikuna

Eg vil við hesum koma við eini umbering

9 tímar síðan

Hetta er so andstygiligt, at tað sker í hjartað

Í gjár kl. 10:00

Tað sker í eyguni á tveimum løgtingslimum

10. mars kl. 16:40

Høgni Hoydal er slett ikki so tvørur sum hann hevði stúrt fyri

11. mars kl. 15:17

Kolldømdu øll framstig tí tey vildu ikki hava sammøður upp í

11. mars kl. 12:40

Tóku koyrikortið frá gomlum bilførara

16 tímar síðan