Jólamerkjagrunnurin hevur latið upp fyri umsóknum til verkætlanir, sum stuðla børnum og ungum í Føroyum – í ár hevur Fríða Laksáfoss sniðgivið vøkru jólamerkini, sum mynda bý- og bygdarmyndir í Føroyum.
Stuðul verður latin til stovnar, feløg og onnur, sum virka fyri tiltøkum til frama fyri børn. Eisini kann stuðul latast til tiltøk til frama fyri ungdóm, fólk, ið bera brek ella til onnur samfelagsgagnlig endamál.
Tað er stýrið fyri Jólamerkjagrunnin, sum ger av, hvussu stuðulin verður býttur út. Síðan Jólamerkjagrunnurin varð settur á stovn í 1979, er stuðul latin til nógv ymisk endamál. Sambært viðtøkunum fyri grunnin hevur Jólamerkjagrunnurin til endamáls at býta út vinningin av søluni av jólamerkjum, ið Posta gevur út.
Nýggj jólamerki verða sniðgivin hvørt ár, og í ár hevur Fríða Laksáfoss sniðgivið jólamerkini, sum mynda bý- og bygarmyndir í Føroyum. Eitt ark við 15 merkjum kostar 30 krónur, og ársins jólamerki fáast til keyps á Posta og á stamps.fo frá 20. oktober, skrivar Posta.
Freistin at søkja um stuðul er 2. november, og umsóknarblaðið kann fyllast út her.