Ongi úrslit

NSÍ hevur keypt danskan miðverja

Rasmus Plauborg verður lýstur at vera kvikur verjuspælari

Jóannes Hansen
28. juli 2024 kl. 18:57

Seinnapartin í morgin fer NSÍ á ólavsøku. Ørindini eru at spæla landskappingardyst ímóti grannunum í B68, sum eiga heimadyst á Tórsvølli.

Í dag boðar NSÍ frá, at felagið hevur skrivað sáttmála við danskan miðverja, sum verður á listanum í morgin.

NSÍ skrivar soleiðis:

23-ÁRA GAMAL DANI TIL NSÍ

NSÍ hevur skrivað sáttmála við Rasmus Plauborg. Rasmus er 23 ár og hevur spælt við BV Oksbøl og Varde IF.

Rasmus er miðverji. Hann verður lýstur sum ein kvikur verjuspælari, ið er góður í nærdystum. Hann dugir eisini væl at lesa spælið.

Hópurin hjá NSÍ var á venjingarlegu í Karlskrona fyri smáum tveimum vikum síðani, og tá var

Rasmus ein partur av hópinum. Vit hava prátað við Rasmus. Hann er spentur uppá uppgávuna, og hann gleðir seg til at spæla fyri NSÍ.

Tað hava verið nakrar broytingar í hópinum hjá NSÍ í summar. Formaðurin í starvsnevndini, Karstin Joensen, sigur við heimasíðuna, at hópurin nú er klárur til seinnu hálvu, har NSÍ fer at kappast um eitt pláss í Evropa.

Vit ynskja Rasmusi hjartaliga vælkomum til Runavíkar.

Saman standa vit sterk!, skrivar NSÍ í dag.

Mest lisið hesa vikuna

Ein ungur maður vildi gera av við seg

27. juli kl. 08:40

Gundadalur fingið eitt skot fyri bógvin.

24. juli kl. 15:05

Vilja koyra Framsókn úr Samgonguni - og fáa Miðflokkin upp í

25. juli kl. 17:15

Hvat svaraði amerikanski læknin John Johannesen uppá spurningarnar um gíslarnar í Gaza?

26. juli kl. 00:48

Sera lítið skil á

Í gjár kl. 10:30

Manningarfeløg lýsa tænastubann á Galaxy

25. juli kl. 15:26