Ongi úrslit

Novak Djokovic ynskir at skifta linjudómarar út við tøkni

Besti tennisleikarari í heiminum hevur havt nakrar spentar støður við linjudómarar í seinastuni. Í samrøðu í vikuskiftinum segði serbin, at tíðin er búgvin til at skifta linjudómarar út við tøkni

Sigurjón Einarsson
5. oktober 2020 kl. 09:54

33-ára gamli tennisleikarin varð burturvístur í fjórða umfari í US Open, tá hann ótilætlað kom til raka ein kvinnuliga linjudómara í hálsin, eftir hann sló ein leysan bólt. Nú ynskir hann at skifta teir út við tøkni.

Hetta kom fram í samrøðu eftir sigurin í triðja umfari av French Open leygardagin.

Tá hann, fyri einum mánaði síðani, varð tveittur út úr US Open, spældi hann á ein av teimum stóru vøllunum, har linjudómarar verða brúktir, men fleiri av teimum minnu vøllunum hava “Hawkeye”-tøkni ístaðin. Tað er ein teldu- og myndatólskipan, ið sær um ein bóltur er innanfyri ella uttanfyri strikurnar á einum tennisvølli.  

Nú ynskir Novak Djokovic, at hendan tøknin heilt skal yvirtaka leiklutin hjá linjudómarum.

- Við allari virðing fyri siðvenjum í hesum ítrótti, tá tað kemur til fólk, sum eru til staðar til dyst – eisini linjudómarar – so síggi eg onga orsøk fyri, at ikki allar kappingar gera sær dælt av hesari tøknini.

- Tøknin er so framkomin nú, at tað er als eingin grund til at hava linjudómarar á vøllinum. Tað er mín meining.

Serbiska heimsstjørnan skilir væl, at tøknin er kostnaðarmikil, og at tað tí er ein fíggjarligur spurningur um at gera sær dælt av tøknini. Men at linjudómarar skulu vera ein partur av ítróttinum, skilir hann ikki.

- Sjálvandi skulu vit hava bóltdreingir og gentur, men linjudómarar skilji eg ikki.

- Tess vegna hevði tað verið ein minni vandi fyri, at eg hevði gjørt tað, eg gjørdi í New York, segði hann við einum smíli, og sipar til hendingina, har hann rakti ein linjudómara í hálsin.

Tennissambandið, ATP, hevur roynt “Hawkeye”-tøknina til nakrar kappingar, har ein sjálvvirkin rødd hevur sagt frá, um ein bóltur hevur verið inni ella úti.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta skulu suðuroyingar aldrin uppliva aftur

13. sepember kl. 15:42

Ávaring frá løgregluni: Fuglfirðingar skulu lata vindeyga og hurðar aftur

12. sepember kl. 18:10

Marta Ellefsen og floksfelagar sleppa ikki úr hotellinum

11. sepember kl. 21:55

Elsa Berg, borgarstjóri, sett skák mát av umsitingini

16. sepember kl. 09:44

Ruth Vang ger bara tað, sum hon er sett í verðina til sum landsstýriskvinna í fíggjarmálum

13. sepember kl. 18:52

Tikin fyri rúsdrekkakoyring - tvær ferðir upp á eina løtu

14. sepember kl. 09:18