Flogfør úr Týsklandi, Belgia, Fraklandi, Italia og Sameindu Arabisku Emiratunum, hava latið 97 tons av hjálp loftvegis inn í Gaza í dag, upplýsir ísraelski verjuherurin sambært “The Times of Israel.”
Í dag var eisini kunngjørt, at Danmark hevur gjørt eitt Hercules C-130J flogfar tøkt at sleppa neyðhjálp yvir Gaza.
Hetta er nakað, sum fleiri onnur lond eru farin undir.
Men Noreg verður ikki eitt av teimum londunum, sigur norski ráðharrin fyri menningarsamstarv, Åsmund Aukrust, sambært Ritzau.
- Airdropping er ein dýrur, váðamikil og sera ótryggur háttur at bera út neyðhjálp.
Tí ætla vit ikki hetta slagið av átaki við norskari menningarhjálp, sigur Åsmund Aukrust.