Norska stjórnin avgjørdi tann 30. mars, fyribils at lækka avgjøldini á bensin og diesel.
Hetta hendi eftir at ein meiriluti í Stortinget gjørdi av at lækka avgjøldini fyri brennievnisprísin sum skjótast.
Serliga fer landsstýrið at avtaka vegskattin á brennievni. Hetta merkir, at avgjaldið á bensini lækkar við 4,41 norskum krónum fyri liturin, meðan avgjaldið á diesel lækkar við 2,85 norskum krónum fyri liturin.
Jens Stoltenberg fíggjarmálaráðharri, sum sjálvur var við í minnilutunum sum ikki vildi lækka prísin segði sambært Dagbladet á tíðindafundi:
- Vit ganga út frá, at bensinstøðirnar fara at fylgja hesum upp, og at henda skattalækkingin kemur brúkarunum til góðar,
Broytingarnar eru galdandi frá 1. apríl til 1. september í ár.