Har er enn vón hjá tveimum norðurlenskum londum aftrat um at spæla seg til HM í norðuramerika í summar. Tað er hjá Danmark og Svøríkið.
Danmark sum sóu heldur tryggir út at koma beint víðari til HM tapti alt í teimum seinastu dystinum ímóti Hvítarusslandi og Skotlandi. Tað er kanska helst dysturin ímóti Hvítarusslandi sum ger mest ilt, har man kundi avgerða alt á heimavølli men javnaðu ímóti Hvítarusslandi og tapti so á útivølli ímóti Skotlandi. Hettar hevur koyrt trýst á danska landsliði og ikki minst venjaran Brian Riemer, har fleiri danskir miðlar halda at hattar liði burdi klára tað betri.
Men teir skulu nú prógva seg, teir spæla fyrst ímóti Norður Makadonien og um teir vinna tann dystin er tað ein dystur eftur og tað verður ímóti vinnarinum av Tjekkia og Írlandi. Vinnarin av tí dystinum kemur víðari til HM og endar í bólki A sum hevur londini. Meksiko, Suður Afrika, og Suður Korea
Svøríki hevði eins sum Danmark eitt heldur keðiligt bólkaspæl har millum annað tap til Kosovo á heimvøllið var ein realitetur. Tað bólkspæli bleiv eisini tað seinasta hjá danska venjarinum hjá Svøríki Jon Dahl Tommasson, har teir endaði niðast í sínum bólki og hann bleiv uppsagdur. Tó vegna úrslit í Nations League hava teir enn møguleika at koma við. Har sleppur nýggi venjarin hjá Svøríki Graham Potter sum flest kenna nokk frá Premier League har hann hevur verið venjari hjá Chelsea, West Ham og Brighton at royna seg.
Svøríkið spæla ímótir Ukraina. Um Svøríki vinnur so skulu teir spæla ímóti vinnarinum av Póland ímóti Albania. Tann vinnarin verður í bólki B saman við Kanada, Katar, og Sveits.
Dystinir verða spældir hósdagin 28 mars klokkan 19:45.