Norðurlandahúsið í Føroyum fagnar fjølmentan og margfeldi

Fríggjadagin 14. oktober klokkan 15 er Norðurlandahúsið karmur um almennu setanina av fjølmentanarvikuni 2022, og mikukvøldið 19. oktober bjóðar húsið til konsert við tónleiki úr Sudan og londunum kring Sahara, Svøríki og Latínamerika

Norðurlandahúsið er karmur um fjølmentanarvikuna (Mynd: Ólavur Frederiksen/Faroephoto)
Tíðindaskriv
12. oktober 2022 kl. 17:57

Fríggjadagin 14. oktober klokkan 15 verður fjølmentanarvikan sett. Tað er Norðurlandahúsið, ið er karmur fyri mentanarvikuni, sum fagnar fjølmentan og margfeldi.

Tað skrivar Norðurlandahúsið í einum tíðindaskrivi.

Ebo Krdum er viðurkendur og fjølvirðisløntur sangari, aktivistur og listafólk. Hann er búsitandi í Svøríki, men er upprunaliga úr Darfur í Vestursudan, haðani hann flýddi, tá kríggið herjaði. Í tónleikinum hjá Ebo Krdum renna afrikanskt blues og afrobeat og norðurlendskur fólkatónleikur saman í eina hægri eind.

Á konsertini spælir hann saman við svensku Anna Möller og Ale Möller. Ale er kendur sum ein tann størsti slóðbrótarin innan norðurlendskan fólkatónleik og hevur millum annað fingið hægsta heiður innan fólkatónleik: "Folk Alliance Lifetime Achievement Award". Ein virðisløn sum eitt nú Joni Mitchell, Bob Dylan, Harry Belafontre og Joan Baez eisini hava fingið.

Ebo Krdum er eisini tilnevndur tónlistarvirðisløn Norðurlandaráðsins 2022.

Eitt av endamálunum við fjølmentanarvikuni er at hátíðarhalda tær ymsu mentanirnar, sum eru í Føroyum, og áðrenn Ebo Krdum fer á pallin, so ber til at hoyra tónleik frá tveimum tónleikarum, sum eru fluttir til Føroya úr Latínamerika. Sangarin Cinthia González úr Kili og gittarleikaran Sergio Martinez úr Meksiko. Til hetta serliga høvið hava Cinthia og Sergio funnið saman at tulka latínamerikanskan tónleik.

Tey fara millum annað at spæla sangir úr kilenska fólkaminninum, umframt annan tónleik úr Argentina, Puerto Riko og Meksiko.

Temaði fyri konsertina er líkarættur, margfeldi og frælsi.

Til setanina av fjølmentanarvikuni bjóða Útlendingastovan og Tórshavnar kommuna til eina fjølbroytta skrá av tónleiki, røðum, dansi og ábiti.

14. oktober, klokkan 15:
Almenn setan - Fjølmentanarvika 2022

19. oktober, klokkan 19.30. Konsert:
Ebo Krdum + Cinthia González & Sergio Martinez