Seinnapartin í dag varð hátíðarhildið, at Norðoya Ellis- og Vistarheim hevur 40 ár á baki.
Diana Johannessen, leiðari, bjóðaði vælkomin og takkaði bæði starvsfólkum og búfólkum fyri at gera trivnaðin og hugnan á heiminum so serstakan.
Jógvan við Keldu varð boðin at hugleiða um drúgvu søguna hjá heiminum, og nevndi m.a. drívmegina, sum serliga kvinnur hava havt í samband við at skapa góðar karmar og umsorgan fyri teimum eldru.
Saman við trimum evnaríkum gentum framførdi Steintór Rasmussen eisini tvey vøkur løg. Hann bar eisini eina heilsan, har hann takkaði fyri blíðskap gjøgnum fleiri ár. Bæði tá ið hann kom á gátt saman við næmingum, men ikki minst sum avvarðandi.
Til seinast tók Katrin Næs orðið. Vegna Stýrið í Norðoya Bú- og Heimatænastu ynskti hon eisini bæði búfólkum og starvsfólkum hjartaliga til lukku.
Kelda: klaksvik.fo