Fríggjadagin 16. apríl í 1915 var fyrsta útgávan av Norðlýsinum almenn, og tí er Norðlýsið í dag 110 ára gamalt.
Fyrsta útgávan av Norðlýsinum kom út í 1915 ella 13 ár áðrenn blaðstjórin varð valdur í løgtingið. Í fyrstu oddagreinini undirstrikaði blaðstjórin, at endamálið við lokalblaðnum var at hava almenna rødd, sum sá tingini frá øðrum sjónarmiði enn tey í høvuðsstaðnum.
Soleiðis var høvuðsboðskapurin fyri 110 árum síðani, og soleiðis sigur Jóhann Lützen, sum nú er blaðstjóri, at tað framvegis er.
Tað snýr seg um at tala søkina hjá Klaksvík og klaksvíkingum og norðoyingum. At verja Klaksvíkar Sjúkrahús og at verja KÍ og alt tað, sum so at siga hevur KG á bógnum.
Onkuntíð var Norðlýsið burtur í nakrar vikur og eisini mánaðir. Men Norðlýsið kemur altíð aftur, søgdu tey í Klaksvík, og 110 ára dagurin sigur, at soleiðis er tað.
Vit á Dimmalætting vita, hvussu torført og avbjóðandi tað er hjá privatum miðlum. Vit takka Norðlýsinum – einasta blaðnum uttanfyri húsið hjá okkum – fyri gott samstarv og ynskja blíðan byr við blaðnum, digitala nordlysid.fo og eisini útvarpinum, sum Norðlýsið aftur nú roynir seg við.
Tað verður gjørt burturúr degnum í Klaksvík, har veðrið í morgun er tað av tí fagrasta:
Vit halda til á Stoksoyravegi 3, her er ikki so stórt, men vit fara bara út í tún, um ikki øll rúmasti inni.
Vit byrja frá morgunstundini og eru her á redaktiónini til kl. 17. Fólk eru vælkomin, tá tað passar teimum. Vit senda beinleiðis útvarp frá kl. 10 til 17. Vit hava samrøður og spæla lokalan tónleik. Kristian Joensen er vertur.
Her verður kaffi og okkurt søtt afturvið.