Tað er aftur bæði hált og kavi í morgun og løgreglan sigur, at tað hevur elvt til ymsar trupulleikar, men talan er um smáttarí.
Løgreglan sigur, at tað eru bilar, sum standa fastir, onkur er farin á glið og hevur rakt onkran annan, og tað er eisini ein trupulleiki, at parkeraðir bilar standa til ampa - kanska tí at eigarin ikki fekk sett hann hann ordiliga frá sær í kavanum.
Men talan er bara um smáar skrokkskaðar.
Hinvegin hevur løgreglan varhugan av, at bilarnir eru væl skøddir, tað er ikki tað, sum er trupulleikin.
Landsverk sigur, at aftur í morgum er vandi fyri hálku um alt landið