Ongi úrslit

Noah er nýggjur á landsliðnum

Landsliðsvenjarin harmast um, at liðformaðurin heldur ikki verður tøkur ímóti Kekkia

Jonhard Hammer
11. oktober kl. 13:24

Hallur Hansson er ikki førur fyri at spæla landsdyst í annaðkvøld. Tað staðfesti Eyðun Klakstein á tíðindafundi fyri nú eftir døgurða. Landsliðið hevur havt frí síðani á døgurða í gjár. Nú eru spælararnir savnaðir aftur, og á tíðindafundi í FSF húsinum segði landsliðvenjarin, at tað nú er staðfest, at Hallur Hansson er so mikið darvaður av skaða í knænum, at hann ikki heldur seg vera føran fyri at spæla í morgin. Hallur var heldur ikki við í 4-0 sigrinum ímóti Montenegro.

-Hallur hevur havt og hevur sera stóran týdning fyri landsliðið, tá ið hann er í bestu útgávuni. Tað er hann ikki í løtuni. Vit hava tosað saman í morgun, og liðformaðurin hevur boðað frá, at hann er ikki nóg væl fyri at spæla, og tí er Noah Mnenéy boðsendur at vera við í fyrireikingunum til dystin ímóti Kekkia í annaðkvøld, sigur Eyðun Klakstein, sum kennir nýggja mannin heilt væl:

-Noah var liðformaður á U-21 landsliðnum, tá ið Atli og eg høvdu tað liðið, og hann hevur verið fleiri ferðir við tær seinastu ferðirnar. Í fyrstu atløgu var ikki pláss fyri honum nú, men nú er hann væl skikkaður avloysari fyri Hall Hansson, sigur Eyðun Klakstein.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

Í gjár kl. 17:10

Er meldaður fyri blúnisbrot

23 tímar síðan

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

Í gjár kl. 11:39