Ongi úrslit

Nikotin-og tubbaksráðstevna

Heilsuráðið
19 tímar síðan

Nikotin- & tubbaksráðstevna verður hósdagin 23. oktober kl. 9.00-12.00 í Kongshøll á Vestaru Bryggju í Havn. Fyriskiparar eru Heilsustýrið og Fróðskaparsetur Føroya.

Tiltakið er alment og ókeypis, men tilmelding krevst á atgongumerki.fo.

Aðalmálið við ráðstevnuni er, at eingin skal verða krøktur av nikotini og at fyribyrgja, at børn og ung tendra sína fyrstu sigarett. Gerst tú bundin av nikotini, eru sannlíkindini fyri, at tú eisini gerst roykjari, nógv størri.

Ráðstevnan vendir sær til politisku skipanina, myndugleikar, fólkaskúlar, miðnám, leiðslur, aðalráð, ítróttafeløg, handilsvinnu og stovnar.

Málbólkurin er eisini øll, ið vilja vita meira um vansarnar við nikotini og tubbaki, og sum arbeiða fyri einum nikotin- og tubbaksfríum Føroyum.

Høvuðsrøðari er Charlotta Pisinger, professari í nikotin- og tubbaksfyribyrging, sum í áravís hevur verið ein ótroyttilig serfrøðingarødd innan økið.

Innihaldið á ráðstevnuni er fjølbroytt, og vit fara millum annað at hoyra um, hvørjar tubbaks- og nikotinvørur eru á marknaðinum, hví nýggju nikotinvørurnar eru ein trupulleiki, innflutningsmynstur í Føroyum, hvønn leiklut tubbaks- og nikotinídnaðurin hevur, og á hvønn hátt tey ungu ávirkast av nýggju nikotinvørunum.

Eisini hoyra vit um fyribyrgjandi átøk, sum virka í øðrum londum, og hvussu tubbaks- og nikotinídnaðurin roynir at svara aftur.

Harafturat hoyra vit um, hvussu vit bygnaðarliga kunnu hjálpa teimum sera krøktu ungu úr sínum nikotinbundinskapi.

Mest lisið hesa vikuna

Royna av øllum alvi at fáa Smyril aftur í sigling um vikukiftið

6. oktober kl. 11:24

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

20 tímar síðan

Stóð við opnum munni og polyppum

4. oktober kl. 20:45

Sær út til at vera tilætlað svik

6. oktober kl. 17:40

EFTIRLÝSING!

7. oktober kl. 22:15

Leiguíbúðir verða bygdar á Argjum og í Klaksvík

5. oktober kl. 14:39