Ongi úrslit

Leiguíbúðir verða bygdar á Argjum og í Klaksvík

Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
5. oktober kl. 14:39

Fríggjakvøldi hevði LÍV fastogn kunnandi tíðindafund um leiguíbúðirnar sum vera bygdar á Argjum.

Endamálið við íløguni er at spjaða íløgurnar hjá kundunum í Tryggingarfelagnum LÍV og samstundis tryggja, at eftirlønaruppsparingin kemur bæði kundunum og føroyska samfelagnum sum heild tilgóðar.

Leiguíbúðirnar verða bygdar á Hamarinum á Argjum og við Sandin í Klaksvík.

Á Argjum er talan um tríggjar bygningar í fýra hæddum. Í hvørjum bygningi verða 11 íbúðir, og tær eru millum 90 og 105 m² til støddar.

Í Klaksvík er talan um ein bygning í 4 og 5 hæddum. Tær íbúðunar eru millum 56 og 105 m².

Verkætlanin er ætlað at verða liðug í juni 2026.

Um sjálva verkætlanina

Á almenna tiltakinum vórðu tekningar av íbúðunum vístar, saman við lýsingum av umhvørvinum rundan um.

Tað er fyritøkan Kontrast, sum hevur teknað og staðið fyri sniðgevingini av bygningunum og á tiltakinum greiddi Mayfinn Norðoy frá verkætlanini. Tað er Sp/f Jóan Petur Vang, ið stendur fyri sjálvari byggingini.

Millum bygningarnar verður eitt felagshús, yvirdekkað spælipláss og skrelliskúrur. Harafturat verður ein súkkluskúrur knýttur at hvørjum bygningi, og hvør íbúð fær eina goymslu, sum er umleið 3 m². Nakrar av íbúðunum eru eisini sniðgivin við serligum atliti at fólki við rørslutarni.
Eitt grønt øki verður lagt aftanfyri bygningarnar.

LÍV Fastogn og tilmelding

LÍV Fastogn, dótturfelag hjá LÍV, hevur arbeitt við verkætlanini seinastu trý árini. Í tí tíðarskeiðinum er arbeitt við at greina bústaðartørvin í Føroyum.

Longu nú ber til at skráseta seg á bíðilista. Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá LÍV Fastogn og kostar 250 krónur um árið. Einasta treyt er, at tilmeldingin verður gjørd av persóni, sum er fyltur 18 ár.

Lutakast verður millum tey, sum hava skrásett seg í tíðarskeiðinum 2. til 10. oktober. Eftir tað verður raðfest sambært tí raðfylgju, fólk hava skrásett seg í.

Kundar, ið hava LÍV sum høvuðseftirlønarveitara, hava frammíhjárætt í tilgongdini.

Komandi íbúðir og leiguprísur

Fleiri íbúðir eru eisini á veg. Væntast kann, at møguleiki verður at tekna seg aftur í summar 2026. Vil ein tryggja sær frammíhjárætt til ta tilgongdina, skal eftirlønaravtalan vera flutt til LÍV í seinasta lagi í desember í ár.

Leigukostnaðurin er ásett soleiðis:

  • Íbúð við 2 kømrum: 11.660 – 12.400 krónur um mánaðin

  • Íbúð við 3 kømrum: 13.300 – 14.400 krónur um mánaðin



Mest lisið hesa vikuna

Royna av øllum alvi at fáa Smyril aftur í sigling um vikukiftið

6. oktober kl. 11:24

Nú taka 84 læknar undir við fríari fosturtøku í Føroyum

3. oktober kl. 11:10

Stóð við opnum munni og polyppum

4. oktober kl. 20:45

Sær út til at vera tilætlað svik

6. oktober kl. 17:40

Ferðsluóhapp í Suðuroy: Telefonin ringdi av sær sjálvari til løgregluna

3. oktober kl. 07:58

Leiguíbúðir verða bygdar á Argjum og í Klaksvík

5. oktober kl. 14:39