Ongi úrslit

Nigeria vil fegin hava hjálp frá Trump

Jóhanna Højgaard
2. november kl. 18:00

Nigeria tekur fegin ímóti hjálp frá USA til at steðga islamistiskum hermonnum og verja tey kristnu, so leingi økisrætturin í landinum ikki verður brotin.

Tað sigur ein talsmaður fyri forsetaskrivstovuna í Nigeria sambært Reuters, eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump, hótti við at koma inn í Nigeria hernaðarliga.

Orsøkin til hóttanina er, at Nigeria sambært Trump ikki ger nóg mikið fyri at verja tey kristnu í landinum móti islamistiskum álopum.

– Vit fegnast um amerikanska hjálp, so leingi okkara økisrættur verður viðurkendur, sigur talsmaðurin úr Nigeria, Daniel Bwala.

Forsetin í Nigeria, Bola Tinubu, hevur annars áður mótmælt hesum áskoðanum um átrúnaðarliga ótoleransu.

Hann segði tá, at islamistarnir leggja á allar nigeriabúgvar – ikki bert kristnum.

Mest lisið hesa vikuna

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

21. november kl. 07:47

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

21. november kl. 08:30

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Næsta sparingin skal verða at niðurleggja føroyskar sendistovur uttanlands

20. november kl. 09:53