Sum siður, er hittust forfólkini í javnstøðunevndini og Demokratia og landsstýrisfólkið í javnstøðumálum á fundi fyri at umrøða virksemið hjá nevndunum báðum farna árið. Fundurin í gár var eisini høvi at ynskja Eiriki í Jákupsstovu til lukku við nýggja starvinum sum landsstýrismaður.
Halla Nolsøe Poulsen legði fram um nevndarvirksemið og ársfrágreiðingina hjá javnstøðunevndini fyri seinasta árið, sum var eitt sera virkið ár hjá nevndini. Umframt at hava viðgjørt nógvar fyrispurningar frá borgarum, stovnum og felagsskapum, varð nógv orka løgd í egin mál, sum nevndin hevði stungið út kortið í 2024. Nevndin raðfesti harumframt at gera upplýsandi arbeiði, sum hevur verið íkast til almenna kjakið um javnstøðuspurningar.
Umframt dúgligt alment kjak í sambandi við eitt nú uppskot um nýggja forsturtøkulóg, so var árið 2024 eisini merkt av, at sitandi Landsstýri arbeiðir við at dagføra barsilslógina og javnstøðulógina. Til hetta høvið hevur nevndin viðgjørt barsilsøkið og mett um, hvussu ein dagførd javnstøðulóg átti at sæð. Í báðum førum ger nevndin tilmæli til politiska myndugleikan, greiðir forkvinnan í javnstøðunevndini frá.
- Á politiskum stigi eru ymiskar viðkomandi broytingar ávegis, og vit gera okkara part fyri at vera so fyrireikað sum gjørligt, tá høvið býðst til at gera sítt íkast. Upplýsing og hugburðsbroyting eru neyðug fyri at skapa broyting, men ofta skal eisini setast inn politiskt, og tann partin hava vit í væntu.
Javnstøðunevndin er eisini klagumyndugleiki. Tey seinastu árini hevur nevndin mælt til, at klagupartin verður tikin úr virkseminum hjá javnstøðunevndini, soleiðis at enn størri arbeiðsorka kann leggjast í upplýsandi og ráðgevandi arbeiðið og at geva tilmæli í javnstøðumálum. Í hesum sambandi hava javnstøðunevndin og Demokratia í felag biðið um at fáa hægri játtan, soleiðis at til ber at seta ein starvslesandi at hjálpa til við at røkja mongu uppgávurnar á Javnstøðuskrivstovuni.
Niels Uni Dam, formaður í Demokratia, greiddi frá um virksemi nevndarinnar í 2024. Í fjør var kommunuval á skránni, og hetta tók Demokratia sjálvandi serligt atlit til. Undan kommunuvalinum varð arbeitt miðvíst við at økja um kvinnuluttøkuna í uppstillingini, og hóast valúrslitið ikki var nóg gott, tá ið av tornaði, vóru søguliga nógvar kvinnur á upptillingarlistunum til eitt kommunuval. Hetta var millum annað kvinnulistum í Sjóvar kommunu og Sunda kommunu at takka, sum kvinnurnar har tóku stig til.
Hóast glottar vóru í valúrslitinum, gjørdist endaligi úrskurðurin, at kvinnuumboðanin í kommunustýrunum kring landið minkaði úr 36 prosentum niður í 33 prosent. Sæð burtur frá talinum á kvinnum, ið vórður valdar inn, varð reella atkvøðubýtið millum kvinnur og menn tó næstan 40/60 prosent. Hetta er hóast alt gott tekin, sigur Niels Uni Dam.
Framgongdina í uppstilling taka vit við í arbeiðið til komandi løgtingsval, tá vit aftur herja á til frama fyri kvinnuluttøkuni í politikki.
Um javnstøðunevndina
Javnstøðunevndin er sjálvstøðug nevnd undir Almannamála- og mentamálaráðnum. Uppgávurnar hjá nevndini eru ásettar í javnstøðulógini, sum hevur til endamáls at beina burtur allan mismun vegna kyn
Fremsta uppgávan hjá javnstøðunevndini er at hava eftirlit við, at javnstøðulógin verður hildin. Harafturat skal nevndin ráðgeva myndugleikum, stovnum, feløgum og einstaklingum í javnstøðuspurningum, umframt at gera tilmæli í javnstøðumálum.
Javnstøðunevndin hevur sambært javnstøðulógini uppgávuna at viðgera klagur frá fólki um mismun vegna kyn. Harumframt er javnstøðunevndin kærumyndugleiki í lóg um at banna mismuni á arbeiðsmarknaðinum orsakað av breki.
Javnstøðunevndin hevur felags skrivstovu saman við Demokratia, Javnstøðuskrivstovuna, har Brandur Mortensen Nolsøe starvast sum samskipari.
Um Demokratia
Demokratia er nevnd sett av Føroya landsstýri í 2006. Nevndin hevur sum bundnan arbeiðssetning at virka fyri, at leikluturin hjá kvinnum í politiskum avgerðum økist, so kvinnuumboðanin á Løgtingi og í kommunustýrunum samsvarar á leið við umboðanina í hinum Norðurlondum.