Tað var í sambandi við árliga fólkafundin á Bornholm, at verjumálaráðharrin Troels Lund Poulsen bar viðmælið fram:
”Vit skulu sum borgarar og húski kunna klára okkum sjálvi í upp til tríggjar dagar... Veruleikin í dag er tann, at Danmark og okkara sameindu eru hótt av hybridkríggi”, tók verjumálaráðharrin til.
Nærri greiddi Troels Lund Poulsen undir røðu síni frá:
”Tað betíður, at vit skulu hava vatn og mat til at klára okkum sjálvi í trý samdøgur. Vit skulu tryggja okkum neyðugan heilvág og ein fyrstahjálpskassa. Vit skulu syrgja fyri at kunna halda hitan, tá ið kalt er. Vit skulu syrgja fyri at hava tær neyðugu reinførisvarurnar. Og vit skulu í heila tikið syrgja fyri, at kunna klára okkum uttan streym, um ljósið ikki tendrar ella fartelefonin ikki kann løðast, og at tað møguliga ikki kann gjaldast vit korti ella at sjálvtøka ikki kann nýtast.”
Danska stjórnin hevur annars verið afturhaldin at boða alment frá um, hvussu borgarar skulu bera seg at í møguligum kreppustøðum, sum m.a. kunnu koma fyri í sambandi við áleikandi krígsstøðurnar runt um í heimi. Hetta var eitt nú førið, tá ið Svøríki fyrr í ár kom út við áleið sama boðskapi, sum danska stjórnin nú brúkar.
Í hesum sambandi hevur danska tilbúgvingarstýrið útgivið ein faldara við einum sonevndu ”checklista” ella eftirlitsskrá, so at mann kann tryggja sær, at mann er tilbúgvin eftir ráðum stjórnarinnar, hetta undir heitinum ”Fyrireikaður til kreppur”.