Ongi úrslit

Nevndarvalið er avlýst

Eingin bjóðar nevndarlimunum í Starvsfelagnum av

Jonhard Hammer
2. februar kl. 16:24

Starvsfelagið heldur aðalfund leygardagin 1. mars. Undan aðalfundinum hevur felagið heitt á limir um at bjóða seg fram sum valevni.

Tveir nevndarlimir standa fyri vali, og nú er tað greitt, at talan verður um friðarval.

Hergeir Staksberg og Hildigerð Djurhuus eru nevndarlimir. Tey standa fyri vali og hava boðað frá, at tey bjóða seg fram at verða afturvald.

Nú er tað greitt, at eingin annar er í uppskoti at vera vald í nevndina. Tí fara tey bæði Hergeir Staksberg og Hildigerð Djurhuus at halda fram í nevndini. Valskeiðið er trý ár. Á aðalfundinum verður val av eykalimum.

Umframt tey bæði eru í nevndini Súni Selfoss, sum er formaður, Birita Fritleifsdóttir Kjærbæk, næstforkvinna og Borgný Mohr nevndarlimur.

Mest lisið hesa vikuna

Eg vil við hesum koma við eini umbering

16 tímar síðan

Hetta er so andstygiligt, at tað sker í hjartað

Í gjár kl. 10:00

Tað sker í eyguni á tveimum løgtingslimum

10. mars kl. 16:40

Høgni Hoydal er slett ikki so tvørur sum hann hevði stúrt fyri

11. mars kl. 15:17

Tóku koyrikortið frá gomlum bilførara

Í gjár kl. 07:42

Kolldømdu øll framstig tí tey vildu ikki hava sammøður upp í

11. mars kl. 12:40