Ongi úrslit

Neistin nýggja nevnd

Nýggju nevndarlimirnir eru Annika Østerø, Henny á Líknagøtu, Óli Jákup Jacobsen og Pætur Jakobsen

Tróndur Kragesteen, Óli Jákup Jacobsen, Annika Østerø, Liljan Weihe, Harald Joensen, Fríði Magnussen, Sylvia Berg Johansen, Helena Dam á Neystabø, Marjun Danberg, Henny á Líknargøtu og Pætur Jakobsen.
Nevnd Neistans/tíðindaskriv
7 tímar síðan

Í kvøld var aðalfundur hjá Neistanum og nýggj nevnd er vald.

Helena Dam á Neystabø og Liljan Weihe halda fram í nevndini og nýggju nevndarlimirnir eru Annika Østerø, Henny á Líknagøtu, Óli Jákup Jacobsen og Pætur Jakobsen. 

Nýggja nevndin ynskir at halda fram við at byggja á tað góða grundarlagið, sum lagt er í hondbóltsfelagnum gjøgnum mong ár.

Tí ynskir Neistin so hjartaliga at takka fráfarandi nevndarlimunum Fríða Magnussen, formanni, Sylviu Berg Johansen og Haraldi Joensen fyri teirra stóra og trúgva arbeiði fyri felagið. Tey hava lagt nógv fyri, bæði í nevndararbeiðnum og í gerandisdegnum í høllini - og úrslitið er greitt:

Neistin er størsta hondbóltsfelag í landinum við 543 skrásettum limum!

Nýggja nevndin skipaði seg eftir aðalfundin. Nýggja forkvinnan er Helena Dam á Neystabø, Pætur Jakobsen er næstformaður, Óli Jákup Jacobsen er kassameistari, Liljan Weihe er skrivari og nevndarlimir eru Annika Østerø og Henny á Líknargøtu. Tiltakslimir eru Marjun Danberg og Tróndur Kragesteen.

Nevndin vil áhaldandi leggja dent á, at Neistin framhaldandi skal vera eitt væl skipað felag við góðum venjingarumstøðum og góðum møguleikum fyri bæði breiddarvenjing og úrvalsmenning – og vera eitt felag, sum røkkur frá minstu børnunum, til ungdómin og tey vaksnu.

Vit síggjast í høllini!

Blátt er gott!

Mest lisið hesa vikuna

Norrøna fekk ein heilan hval upp á stevnið

19. juni kl. 14:24

Teistin á veg til Suðuroyar við jóansøkumati

Í gjár kl. 10:06

Bjørtfríð býr mitt í bumburegninum

19. juni kl. 13:25

Paz hevur fingið tvær Michelinstjørnur

16. juni kl. 18:55

Robert vitjar hotellið hvønn dag

15. juni kl. 11:50

Faer Isles Distillery fekk avtalu við amerikanskan importør

18. juni kl. 19:21