Ongi úrslit

Námsfrøði: Grønlendingar leita sær íblástur á NÁD

Grønlendska námsfrøðingaútbúgvingin skal í næstum hava nýggja námsskipan, og í tí sambandi komu fimm umboð frá Socialpædagogisk Seminarium í Grønlandi í dag á Námsvísindadeildina á Setrinum.

© (Foto: pi.sps.gl)
Tvey lesandi á Socialpædagogisk Seminarium í Grønlandi. Umboð frá grønlendsku útbúgvingini eru í Føroyum og leita sær íblástur frá Námsvísindadeildini
setur.fo
22. mars kl. 12:55

Hósdagin vóru fimm umboð fyri grønlendsku námsfrøðiútbúgvingina á vitjan á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya fyri at leita sær íblástur

Grønlendska námsfrøðingaútbúgvingin skal í næstum hava nýggja námsskipan, og í tí sambandi komu fimm umboð frá Socialpædagogisk Seminarium í Grønlandi í dag á Námsvísindadeildina á Setrinum. Gestirnir vildu hoyra um útbúgvingarskipanina í Føroyum við serligum denti á bachelorútbúgvingina í námsfrøði, sum verður boðin út á Setrinum.

 Hans Harryson, varadekanur, og Marius Joensen, útbúgvingarleiðari, saman við grønlendsku gestunum frá Socialpædagogisk Seminarium

Framløgur vóru á skránni um hægri lestur í Føroyum og um útbúgvingarnar, sum Námsvísindadeildin veitir, og síðani var orðaskifti um, hvussu Norðurlond kunnu fáa fleiri ungdómar at velja lestur í námsfrøði, har tørvurin er so stórur og týdningurin við.

Lesið meira um grønlendsku útbúgvingarnar her.

Og lesið um og søkið inn á føroysku námsfrøðiútbúgvingina her.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk skulu ikki bæði fáa góða løn - og fólkapensjón

18. mars kl. 16:50

Hans Jacob W. Hjelm til minnis

19. mars kl. 09:43

Eg eri drigin upp á tráð av samgonguni

19. mars kl. 15:54

Løgreglan var fleiri ferðir eftir fullum tannáringum í nátt

Í gjár kl. 09:26

Hetta kjakið hevur verið bæði harmiligt og skaðiligt

21. mars kl. 10:29

Ávara ímóti einum slagi av pannum

21. mars kl. 12:45