Ongi úrslit

Nakrir bilførarar mugu nú lata bilin standa

Áki Bertholdsen
9. sepember kl. 09:07

Í nátt hevur løgreglan aftur verið á ferð við skrúvusagaranum og hevur tikið nummarpláturnar av bilum.

Tað merkir, at í dag eru tað fýra bilførarar, sum ikki sleppa í bilin, tí pláturnar eru tiknar.

Løgreglan sigur, at tey hava ein langan lista við bilum, tey skulu taka pláturnar av, tí eigarin hevur ikki goldið vegskatt, goldið trygging, ella hann hevur ikki verið til umsýn við bilinum, ella hevur forsømt at skráseta eigaraviðurskifti.

Sostatt fer løgreglan aftur á ferð hesar næstu næturnar at taka plátur av bilum, sum tey hava á listanum.

Tað er bara ein máti at sleppa undan at missa pláturnar og tað er at hava kvittan fyri, at rokningarnar eru goldnar, og at øll viðurskifti annars eru í lagi.

 

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

Í gjár kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

Í gjár kl. 11:39

Er meldaður fyri blúnisbrot

21 tímar síðan