Ongi úrslit

Útvið 2.000 fólk skriva undir at mótmæla framferðina ímóti suðuroyingum

Maud Næs er ein av stigtakarunum til tiltaka, greiðir Ruth vang frá - og løgmaður lurtar
Áki Bertholdsen
15. desember 2025 kl. 11:06

Í morgun fóru suðuroyingar til Havnar at mótmæla viðferðina, ið suðuroyingar fáa frá landsins myndugleikum á samferðsluøkinum.

Hesa ferð er tað ikki Suðuroyartunnilin, sum spøkir, men heldur verandi samferðsla við Smyrli.

Her hugsa tey serliga um avloysaraskipini, sum hava verið, tá ið Smyril er í dokk – og nettupp á tí økinum varð botnurin rokkin í summar, tá ið Galaxy røkti suðuroyarsiglingina í góðar sjey vikur, ímeðan Smyril var í dokk.

Hesa seinastu tíðina hava suðuroyingar savnað undirskriftir saman fyri at mótmæla viðferðini, og tilsamans hava tey fingið 1.991 undirskriftir.

Sostatt hava eini 43 prosent av suðuroyingum skrivað undir, og í morgun fóru 130 av teimum norður til Havnar við Smyrli at handa Akseli V. Johannesen, løgmanni, og Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, undirskriftirnar.

Info.fo skrivar í morgun, at boðskapurin frá Ruth Vang var, at fyri hana var tað merkisvert, at einki longu var gjørt við støðuna.

Men hon ásannar, at tað er ikki lætt at loysa trupulleikan.

Hon vil ikki lova gull og grønar skógir, men hon lovar at gera tað, ið hon kann, fyri at bøta um støðuna.

Nú verður ikki tørvur á avloysaraskipi aftur fyrr enn í 2028, og vit fara at finna eina loysn, lovaði Ruth Vang suðuroyingum.

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Flytur úr Miðflokkinum og í Fólkaflokkin

3. mars kl. 22:45

Tá eg bleiv ríkari av Fólkaflokkinum, men vinkonan fátækari

4. mars kl. 09:45

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

Í gjár kl. 15:03

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

Í gjár kl. 07:49

Fólkaflokkurin stillar 14 valevni upp í Havn

3. mars kl. 21:18