Ongi úrslit

Næsta skúlaár fara tey lesandi í Føroyum at fáa hægri stuðul

Áki Bertholdsen
30. sepember kl. 11:46

Næsta skúlaár fara tey, sum lesa í Føroyum, at fáa hægri lestrarstuðul. Tað varð upplýst í Løgtinginum nú fyrrapartin.

Ingilín Didreksen Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, reisti spurningin í Løgtinginum í morgum.

Í hesum sambandi spurdi hon partamannin í landsstýrinum, Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismann í undirvísingarmálum, hvat liggur í kortunum í hesum sambandi

Landsstýrimaðurin sigur, at lestrarstuðulin hækkar 1.000 krónur um mánaðin frá 1. august næsta ár.

Hetta er ein roynd at lokka fleiri ung at verða verandi í Føroyum at fáa sær eina útbúgving, heldur enn at fara uttanlands at lesa.

Hann sigur, at hetta er ein roynd at gera lestrarumhvørvið í Føroyum kappingarført við lestrarumhvørvið uttanlands.

Hann sigur, at samstundis verður arbeitt við at gera ein lestrarbýling á Frælsinum, og í næstum verður flutt inn í nýggj høli í einum parti av gamla Venjingarskúlanum, sum nú er ein partur av Fróðskaparsetrinum.

Samstundis verður ein skipan sett í verk, har tey, sum lesa uttanlands, kunnu taka ein part av útbúgvingini í Føroyum.

Landsstýrismaðurin vísir eisini á, at arbeitt verður við at útvega fleiri lestrarbústaðir, umframt at ein skipan við leigustuðuli verður settur í verk og eisini tað fer at koma lesandi í Føroyum til góðar.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

Í gjár kl. 17:10

Er meldaður fyri blúnisbrot

Í gjár kl. 20:03

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

Í gjár kl. 11:39