Ongi úrslit

Næsta ár fáa barnafamiljur meiri at liva av

Áki Bertholdsen
1. oktober kl. 14:17

Næsta ár fáa barnafamiljur meiri at liv av. Tað sæst, nú Landsstýrið hevur lagt fíggjarlógina fyri næsta ár, fyri Løgingið.

Í hesum sambandi hevur Landsstýrið eisini lagt uppskot fyri Løgtingið um at hækka barnafrádráttin.  

Landið letur í dag ein frádrátt í landsskattinum fyri hvørt barnið. Fyri børn 0-6 ár er frádrátturin 9.200 krónur um árið, og fyri børn 7-17 ár er frádrátturin 6.500 kr.

Men nú hækkar barafrádrátturin 1.500 krónur fyri tey yngru børnini, so hann verður 10.700 krónur. Og fyri tey eldru børnini ímillum 7-17 ár, hækkar barnafrádrátturin 1.000 krónur, so at hann verður 7.500 krónur.

– Endamálið við uppskotinum er at lætta um gerandisdagin hjá barnafamiljum, sigur Landsstýrið.

Tey siga, at sostatt fær ein familja við trimum børnum, ímillum 3.000 og 4.500 krónur meira útgoldið um árið.

Landsstýrið sigur, at tað eru eini 13.000 børn eru í Føroyum. Eini 5.000 eru ímillum 0 og 6 ár og eini 8.000 eru ímillum 7 og 17 ár.

Tað merkir, at landskassin missur einar 15,5 milliónir við at hækka barnafrádráttin.

Men samstundis hevur landsstýrið eisini lagt uppskot fyri Løgtingið um at strika mvg á eplum og á øllum grønmeti, eisini frystum, umframt at mvg eisini verður strikað á barnablæum.

Tey siga, at tilsamans fer ein barnafamilja við trimum børnum sostatt at hava einar 7.000 krónur meiri at liva fyri næsta ár.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

EFTIRLÝSING!

7. oktober kl. 22:15

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

12. oktober kl. 09:14