Ongi úrslit

Næmingarnir hava næstan markleysar møguleikar

Landsstýrismaðurin sett tiltakið Markleys útbúgving 2025

Barna- og útbúgvingarmálaráðið
2 tímar síðan

Stóra árliga útbúgvingartiltakið, Markleys útbúgving, er í Norðurlandahúsinum í dag 19. november.

Hvørt heyst fáa fráfaringarflokkarnir í miðnámsskúlunum boð um at møta hetta upplýsingarátakið, har tey ungu fáa alskyns kunning um sínar útbúgvingarligu framtíðarmøguleikar.

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, setti tiltakið. Hann segði millum annað:

Á ferðini eru góðar og minni góðar løtur, har eru bæði dalar og fjøll. Og har eru nógv vegamót, har vit skulu velja, hvønn veg vit vilja fara. Og standa tit í næstum við eitt slíkt vegamót, har tit nú fáa høvið til at velja, hvørja útbúgvingarleið tit vilja fara. Tiltakið markleys útbúgving hevur nú í meiri enn 20 ár varpað ljós á teir nógvu møguleikarnar, ja næstan markleysu møguleikarnar, sum tit ungu hava fyri at útbúgva tykkum.

Øll røða hansara kann lesast her: 
Markleys Útbúgving 2025 – Norðurlandahúsið 19. nov. 2025

Góðu tit

“It’s not about the destination; it’s about the journey”, ella “tað snýr seg ikki um málið, men um sjálva ferðina” verður ofta tikið til. Ella: ”Ferðin er sjálvt endamálið” er kanska ein annar háttur at siga tað. Tí vit eru so ella so altíð á eini ferð og røkka vit einum máli, ja so er aloftast eitt nýtt mál í eygsjón.

Og á ferðini eru góðar og minni góðar løtur, har eru bæði dalar og fjøll. Og har eru nógv vegamót, har vit skulu velja, hvønn veg vit vilja fara. Og standa tit í næstum við eitt slíkt vegamót, har tit nú fáa høvið til at velja, hvørja útbúgvingarleið tit vilja fara. Tiltakið markleys útbúgving hevur nú í meiri enn 20 ár varpað ljós á teir nógvu møguleikarnar, ja næstan markleysu møguleikarnar, sum tit ungu hava fyri at útbúgva tykkum.

Men til ber at fara enn longri aftur; til eina tíð, har møguleikarnir ikki vóru so nógvir. Tí fyri meiri enn 100 árum síðani, í 1923, so fór ein 17 ára gomul genta úr Havn, Bergithe Johannesen, á sína ferð. Einsamøll fór hon til London fyri at ganga á listaskúla.

Og síðani fór hon sum 19 ára gomul til Keypmannahavnar at nema sær listaútbúgving. Hetta hevur verið ógvuliga óvanligt tá í tíðini, ikki minst fyri eina unga kvinnu úr Havn, og hevur hon veruliga verið undangongufólk og slóðað fyri í einari tíð, har umstøðurnar hava verið nógv øðrvísi enn tær eru í dag. Sagt verður, at hon í roynd og veru er Føroya fyrsta yrkislærda listafólk. Í hesum døgum kemur bók út, sum varpar ljós á hesa merkisverdu kvinnu og hennara listaverk, og eru fleiri av verkum hennara við á føstu framsýningini á Listsavni Føroya.

Umstøðurnar eru nógv broyttar og betraðar síðani Bergithe fór sína lestrarferð fyri meiri enn 100 árum síðani. Men hennara søga kann kanska geva fleiri av tykkum íblástur. Tí fyri summi stendur sólarklárt, hvønn veg tey vilja fara, meðan onnur eru nógv meiri ivandi og afturhaldin. Og tað er í lagi at ivast, tað er ein partur av ferðini. Og hóast tit hava eina stóra ábyrgd fyri tykkara útbúgvingarferð, so er tað mín sannføring, at vit sum samfelag eiga at hjálpa tykkum so nógv og væl sum møguligt ferðini. Sum landsstýrismaður havi eg tí arbeitt miðvíst fyri at betra um lestrarumstøðurnar og gera flytføri millum útbúgvingar so gott sum møguligt. Og havi eg hug at nevna onkur dømir.

Vit vita, at tað kann vera fíggjarliga tungt at vera lesandi, men frá komandi lestrarári hækkar lestrarstuðulin við 1.000 kr. um mánaðin og verður eftir skatt á sama støði sum stuðulin í Danmark, soleiðis at fíggjarliga byrðan gerst lættari, tá tit lesa í Føroyum.

Eisini eru vit væl ávegis at menna eitt rættuligt fakligt og sosialt lestrarumhvørvi fyri okkara lesandi á Fróðskaparsetrinum. Og komandi ár verður eftir ætlan farið undir at byggja kampus felagsbygningin - og kann hetta eggja enn fleiri at fara undir hægri lesnað í Føroyum. Harumframt er ætlanin at útvega fleiri bústaðir til lesandi; og her kann ætlanin at umskipa bygningin á Eirargarði í Havn til lestraríbúðir nevnast.

Tá tað snýr seg um at byggja brýr og taka burtur óneyðugar forðingar, so havi eg hug at nevna, at í verandi løtu verður brúgv bygd millum Heilsuskúla Føroya og Fróðskaparsetrið, soleiðis at tað nú ber til at byrja á Heilsuskúlanum og fáa atgongd til ávísar útbúgvingar á Fróðskaparsetrinum eftir lokna útbúgving.

Námsfrøðihjálpari kann geva atgongd til Bachelor í námsfrøði, og heilsurøktari kann geva atgongd til Bachelor í sjúkrarøktarfrøði, tó undir ávísum treytum.

Harumframt hava vit samtykt lógina um føroyskan førleikakarm, soleiðis at føroyskar útbúgvingar í framtíðini betri kunnu samanberast við útbúgvingar uttanlands og skapa størri samanhang millum tær útbúgvingar, ið vit hava í Føroyum. Endamálið er eisini at tryggja, at næmingar á einari givnari útbúgving ikki skulu taka fak, sum teir longu hava fullført á einum øðrum stigi í útbúgvingarskipanini, og at skapa betri møguleikar fyri lívlangari læru.

At enda havi eg hug at nevna Erasmus +, ið er ein ES skipan, ið rúmar nógvum møguleikum. Arbeitt verður við at fyrireika føroyskan limaskap í Erasmus +. Skipanin fer at eitt nú at geva føroyskum lesandi møguleika at fara eitt semestur ella starvsvenjing uttanlands og fer at stuðla undir, at fakfólk fara á skeið, starvsvenjing ella á eftirútbúgving, umframt at geva stovnum, lesandi og øðrum møguleika at luttaka í altjóða samstørvum.

Góðu tit. Tykkara ferð byrjar her í Føroyum. Summi tykkara fara at halda áfram á ferð tykkara her heima, meðan onnur fara at leita sær burtur til onnur lond eins og Bergithe gjørdi. Men tit skulu vita, at fyri okkum sum samfelag, so hava tit og tann lærdómur tit vinna á ferðini ófatiliga stóran týdning.

At enda fari eg tí at ynskja tykkum blíðan byr á lestrarferðini - minnist til at njóta ferðina - og vóni eg, at hesin dagurin kann geva tykkum íblástur víðari á ferðini!

Takk fyri!

 

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

5 tímar síðan

Eyðun greiðir allari verðini frá um Føroyar og landsliðið

14. november kl. 17:10