Sakaris spældi eina super feita konsert á Reinsarínum í kvøld! Maðurin er for frá, og orkan og gleðin smittar uml. 1000 ferðir verri enn meslingar og korona tilsamans. Ein fantastiskur drongur, sum setti eld í Reinsaríið og fekk alt rúmið at kóka.
Stríðist tú við vetrartunglyndi, so er ein Sakaris konsert svarið, tí hann er besti heilivágurin vit eiga í Føroyum. Sakaris er ein reindyrkað eufori innspræning í menniskjahami
Myndir: AURA Myndir.