Ongi úrslit

MVG-hækkanin fer ikki at geva meirinntøku í landskassan

Bilasølufelagið
Í gjár kl. 14:52

Bilasølufelagið heldur fast við, at lógarbroytingin, sum hækkar MVG-avgjaldið á sølu av leigubilum, ikki fer at geva landskassanum ta væntaðu meirinntøkuna á 15 mió. kr., sum Fíggjarmálaráðið hevur mett fyri komandi ár. Tí at fyritreytirnar hjá FMR eru skeivar og viðføra at færri bilar vera seldar.

Hetta er sama feilmeting, sum FMR gjørdi í 2023 og 2024.

Fleiri avgjøld merkja ikki fleiri inntøkur

Orsøkin er einfald: Við hækkandi avgjøldum gerast bilarnir ov dýrir at selja í Føroyum, og tí mugu bilarnir seljast uttanlands aftaná at teir hava verið nýttir sum leigubilar í Føroyum. Færri bilar verða seldir, og tí verður eisini færri innheintað í avgjøldum.

Hetta er somuleiðis staðfest í royndum við undanfarnu lógarbroytingum, har meirinntøkan, sum var mett, ikki hevur staðið mát við veruleikan.

Tvey dømi vísa sama mynstrið2023 – Avgjaldshækkan av hybrid-akførum

• Samtykt lógaruppskot: https://www.logting.fo/mal/mal/?id=10257

• Mett meirinntøka: 32 mió. kr. árliga

“Mett verður, at árligu meirinntøkurnar við avgjaldshækkingini fyri hybridakfør (HEV og PHEV) verða alt annað líka 32 mió. kr.”

• Veruleikin: Minni innkomið eftir broytingina enn árini áðrenn.

2024 – Avgjaldshækkan av elbilum

• Samtykt lógaruppskot: https://www.logting.fo/mal/mal/?id=10550

• Mett meirinntøka: 25 mió. kr. í 2024, minkandi stigvíst til 2028

“Metingin hjá Fíggjarmálaráðnum er, at samlaða meirinntøkan av uppskotinum er um 25 mió. kr. í 2024.”

• Veruleikin: Sølan av elbilum fall, og inntøkan frá avgjøldum minkaði.

Sí graf og talvu við tølum um virðisgjøld frá Akstovuni:

Bilasølufelagið: Fíggingin heldur ikki í veruleikanum

Bilasølufelagið vil gera greitt, at tær 15 mió. kr., sum Fíggjarmálaráðið væntar at fáa inn frá MVG-lógarbroytingini fyri víðari sølu av leigubilum, ikki halda í praksis.

Fíggjarmálaráðið grundar broytingina á, at hendan inntøkan skal fíggja MVG-frítøku av grønmeti.

Uttan at taka støðu til MVG-frítøkuna av grønmeti, vil Bilasølufelagið undirstrika, at fíggingin ikki kemur frá MVG-broytingini í leigubilalógini, tí at tann inntøkan hvørvur í manglandi virðisgjøldum.

Tá leigubilarnir gerast ov dýrir at selja í Føroyum, flytist sølan út um landoddarnar – og harvið fær landskassin hvørki MVG ella avgjøld.

Bilasølufelagið mælir til, at uppskotið til broytingar í lógini um meirviðrisgjald verður broytt soleiðis, at broytingarnar til § 10, stk. 2 um leigubilar, ikki verður við í lógaruppskotinum.

Mest lisið hesa vikuna

Eg eri blivin kallað bæði hora og golddigger

16. oktober kl. 13:13

Ósemja millum starvsfelagar endaði við harðskapi

15. oktober kl. 08:56

Publicservice og etikkur: Opið bræv til Kringvarp Føroya

Í gjár kl. 10:30

Herverk á fleiri bilar - løgreglan sóknast eftir vitnum

19. oktober kl. 09:36

Sissal fer at biðja sær farloyvi

19. oktober kl. 14:35

Hava ikki funnið gerningsmannin enn

16. oktober kl. 07:45