Bjarni Djurholm hevur ikki brúk fyri at hugsa seg tvær ferðir um, tá ið hann skal nevna fremstu avbjóðingina hjá komandi samgongu:
- Hon má fáa skil á búskaparstøðuni. Hóast hvør hond er til arbeiðis, so eru útreiðslurnar farnar upp um inntøkurnar, sigur fyrrverandi ting- og landsstýrismaðurin.
- Játtaninar til almennar stovnar eru vaksnar, men tað er ikki altíð, at hetta hevur havt við sær betri og effektivari tænastur. Tí slepst ikki undan rationaliseringum og broytingum í almenna bygnaðinum. Ein nýggj samgonga eigur at tryggja, at fult fæst fyri hvørja játtaða krónu, sigur Bjarni Djurholm.
- Tað er umráðandi, at fáa skil á innflytarapolitikkinum. Útlendsk arbeiðsmegi eigur sum meginregla ikki at hava møguleika at hava familju við sær til Føroyar, og fremmand arbeiðsmegi skal hava reina revsiváttan, tá ið hon kemur higar. Tað skal vera bannað muslimum at fáa peningaligan stuðul uttaneftir til teirra sokallaða mentanarvirksemi.
Viðgerðartrygd
Vit eru bert 55.000 fólk, so tá ið tað kemur til sjúkrahúsverkið, so er mark fyri, hvørjar tænastur vit kunnu veita. Sjúklingurin skal vera í fokus, og
- vit eiga at kunna gera diagnostikk í Føroyum (tól og førleikar til at staðfesta sjúkur) og hava tær sergreinar, sum er møguligt at hava í Føroyum
- størstu funktiónirnar eiga at vera á Landsjúkrahúsinum; smærru sjúkrahúsini eiga at røkja stuðulsfunktiónir til viðgerðartilboðini, sum sjúkrahúsverkið kann bjóða
Sjúklingar skulu hava viðgerðartrygd, eisini har okkara sjúkrahúsverk ikki røkkur, og má tískil samskipast við viðgerðaskipanina í Danmark.
- Fært tú staðfest eina álvarsliga sjúku, so skalt tú hava trygd fyri, at tú kemur í viðgerð innan eitt ávíst dagatal, sigur Bjarni Djurholm.
Vit hoyra til Vesturheimin
Bjarni Djurholm heldur, at Føroyar eiga at gera fullkomuliga greitt í altjóða høpi, at vit hoyra til Vesturheimin.
- Vit skulu gera fiskiveiðiavtalu við russar, men vit eru partar av demokratiska Vesturheiminum. Tí eiga vit vera við, tá okkara vesturlendsku grannatjóðir seta tiltøk í verk móti Russlandi, sigur Bjarni Djurholm.
- Í altjóðagerðini gerst tað meira og meira átrokandi, at Løgtingið og landsstýrið finna felags stev, har slóðað verður fyri, at samskifti og samhandil við altjóða felagsskapir gerast reellir møguleikar heldur enn trupulleikar.
Fjóna forðingar
Tað er umráðandi, at vit frítt kunnu virka fyri loysnum, sum ikki eru darvaðar av formligum forðingum millum ríkispartarnar, heldur hann.
Nýggjur sáttmáli millum Føroyar og Danmark eigur at tryggja, har Føroyar vera viðurkendar sum umveldi/samveldi í felagsskapi við Danmark og soleiðis hava myndugleika at skipa fyri millumtjóða avtalum á stjórnarstigi, sum suverenur statur.
Samgongumøguleikar
Alt bendir á, at Fólkaflokkurin fær eitt gott val. Tað fer at seta flokkin í eina lyklastøðu. Javnaðarflokkurin hevur ásannað, at tað er burturvið at blokera fyri samstarvi við Fólkaflokkin. Søgan hevur víst, at tá Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin hava verið í samgongu, er mest komið burturúr fyri Føroyar. Eg er tó mest hugarður fyri eini borgarligari samgongu, tvs. Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin, fáa teir meirilutan. Alternativið er Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin. Triði møguleikin er Fólkaflokkurin og Tjóðveldi saman við onkrum øðrum. Hetta seinasta meti eg vera ivasom loysn fyri Fólkaflokkin.