Fyritøkan Navia er kosin Føroya Besta Vørumerki 2025, í bólkinum 'Einstaklingamarknaðurin 25 ella færri starvsfólk'.
Navia bjóðaði tí í gjár til móttøku í handlinum á Toftum.
Har var nógv gott at fáa sær til góman, og undirhaldið var við ungu toftakvinnuni við tí bergtakandi røddini, Jóhanna Sámalsdóttir, sum var ein av spírunum í sendingini Hoydalar.
Myndir:Facebook/Navia