So hvørt sum tíðin gongur, veksur politiska mótstøðan ímóti Suðuroyartunlinum.
Upprunaliga var full semja um at arbeiða víðari við málinumm men síðani er ivi reistur un bæði linjuføringar, trygd og kostnað.
Og síðani hava ein politikari fyri, og annar eftir, fingið kaldar føtu, tí tey halda, at óvissurnar eru so nógvar. Tey halda ikki, at tey kunnu taka undir við størstu verkætlan í Føroya søgu, uttan at allur ivi er beindur av vegnum.
Tað hevur Liljan Weihe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, boðað frá, og henni á baki hava bæði Johan Dahl og Jaspur Langgaard úr Sambandsflokkinum, eisini víst á, at teir hava somu ivamál, sum Liljan Weihe.
Og í morgun boðar eisini Helgi Abrahamsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin frá, at hann tekur ikki undir við uppskotinum.
Hann sigur, rætt og slætt, at hann følir seg noyddan at atkvøða ímóti tí.
Hann vil fegin binda tær størru oyggjarnar saman - eisini Suðuroynna. Men tað er umráðandi, at tað sum verður gjørt, verður gjørt rætt, skrivar hann.
Tað eru tær byggigølur ið hava verið, sum ræða hann. Tað eru byggigølur har Løgtingið, ferð eftir ferð, hevur verið noytt til at játta meiri pengar til ymisk byggjarí, tí tey vórðu ov illa fyrireikað.
– Henda vikan hevur sannført meg um, at viðvíkjandi Suðuroyartunlinum eru vit enn eina ferð í somu støðu, sigur hann á Facebook.
– Har eru alt ov nógvar óvissur, og vit skulu atkvøða fyri eini verkætlan, har vit verða noydd at játta nógv fleiri pengar seinni, tí annars eru brúktu pengarnir mistir.
– Eg kenni meg tí noyddan at atkvøða ímóti uppskotinum sum í løtuni liggur í Løgtinginum.