´…hmm…nú miðvikudagin læt ukrainski forsetin Volodomir Selenski soleiðis at trumpinum við fjølmiðlar… starvsbróðurin vestanhavs, segði hann, rørdist í eini vídd av russiskum villeiðingum…og sipaði til, at trumpurin… kvøldið fyri…týskvøldið okkara tíð … á fundi við tíðindafólk…hevði givið ukrainum skyldina fyri tað innrásarkríggj, kremlingar hava ført í móti landi teirra í samfull trý ár…
…og tað er ikki einki um hetta hjá Selenski…sum alt nú liggur fyri…tíverri…
…hinvegin… tá eg hyggi…lurti eftir…ella lesi føroyskar miðlar… sýnist tað mær ikki øðrvísi enn at summi í Føroyum vilja rørast í eini vídd av donskum heilaspuna um geopolitisku støðuna í útnorði…
…kortini átti tað nú ikki at kravt meir enn landkortaskil so dánt at vita, hvussu Føroyar liggja fyri í norðurhøvum og sostatt… trygdarpolitiskt…eru bretskt áhugaøki…íðan hevur søgan í tjúgundu… og veruleikin higartil í ein og tjúgundu øld… ruddiliga sannað tað…
…trygdarpolitisk atlit til, hvat danskar stjórnir, donsk fólkavald og danskir myndugleikar annars vilja og ætla í útnorði er, var og fer so langt fram í tíðina til ber at síggja í besta lagi at vera ein spurningur um millumlandaligt kurteisi í NATO…ikki um danska ávirkan…
…men onkursvegna sæst hetta ikki aftur í føroyskum tíðindaflutningi…føroyskur tíðindaflutningur vil líkasum flyta teg inn í eitt síðuskipað ríki…til viks við tað tú aðrar vegir sansar… og kanska forstendur… um skilið í verðini…jú, men er tað eisini danskt tvørturígjøgnum…hetta síðuskipaða ríkið…umsett ella óumsett…har valdast alt um, hvat danska stjórnin, danska tingið, danskir serfrøðingar og ikki síðst danska pressan siga og halda um hvat sum helst…har ganga danir so ósvitaliga undan… onnur bert eltibløðrur…Macron, von Leyen, Scholtz, Starmer…ella hvat tey nú eita øll… í París, Brússel, Berlin London … ella Washington… fyri tann skyld…tað sum ikki er danskt, tað er ikki øðrvísi enn ein sunnudagsskúlalisti yvir alt, tað er syndugt…ja, ein ávísing á helviti…at vita…
…tak eitt nú hetta vælsignaða kryolitt-málið… í síðuskipaða ríkinum hevur tað í seinastuni fingið eina snaring… farið at venda nakað sum Ukraina vendir í høvdinum á trumpinum…atvoldin til tað ein heimildarfilmur… „Orsugiak/Hvíta gullið í Grønlandi“… danska kringvarpið vísti filmin herfyri, men hevur nú sensurerað hann av dagsskránni aftur við teirri grundgeving, at summir búskaparfrøðingar góvu ilt av sær um, hvussu virðið og vinningur av kryolitt-tøkuni í Grønlandi vera roknað út og sett fram í hesum góða filmi…veruleikin grovliga einfaldaður…sigst…einans við tí endamáli at kasta hvørvi yvir eina leingi og væl hugfesta frásøgn í almenna danska rúminum um eina góðgjørda og menniskjansliga umsiting í Grønlandi… bæði í hjálanda- og amtstíðini…
…men nú letur søgan seg ikki reingja… so lættliga…heldur ikki av tjóðskaparligum erkvisni um danskt umdømi úti í gráu verð…og søgan um kryolitti í Grønlandi samanumtikið tann, at í átjanhundrað og hálvtrýssárunum gav danska stjórnin einum donskum felag loyvi at fara undir kryolitt-tøku í Ivituut við Ilorput-fjørðin í Suður-Grønlandi upp á tey kor, at Grønland sum hjáland var donsk ogn og danir tískil kundu gera við ráevni í grønlendskari jørð, sum teir vildu…
…kryolitt-tøkan stóð við fram í nítjanhundrað og trýssárini…tá kryolitti var uppi…til samans gjørdi tøkan um hálvafjórðu millión tons…men hóast givist varð at taka kryolitt í Ivituut…sum sagt…var selt úr goymslum av tí heilt fram til nítjan hundrað og sjey og fýrs…
…bruttovirðið av hesum hálvufjórðu millión tonsunum av kryolitti er í heimildarfilminum ætlað at vera um fýrahundrað milliardir krónur í núvirði…tá er sjálvandi ikki lagt upp fyri kostnaðinum, tøkan hevði við sær… ella hvussu tann kostnaðurin svaraði saman við tað, sum kryolitti var útflutt fyri…m.a. til USA…men einki man tað nú vera nakað ódømi…álvaratos… í roynd og veru er spurningurin um kostnaðin av at taka og flyta kryolitti út óviðkomandi í hesum hjálandaliga samanhanginum…spurningurin er ikki, hvussu væl ella illa kryolitttøkuøvirksemið gekk í hald hjá dønum og fyritøkunum, ið fingu tøkuloyvini gjøgnum tíðina, men at tøkan fór fram uttan at grønlendingar vórðu eftirspurdir yvirhøvur…
…hetta er ikki øðrvísi enn um vit hugsa okkum tveir føroyingar…Jógvan og havnarmannin Jákup til dømis…nú eigur Jógvan eina stóra trøð á góðum stað í síni heimbygd í eini oyggj, hagar undirsjóvartunnil nústani er komin…Jógvan hevur alla sína tíð velt epli og havt seyð á trøðni, men er annars sjómaður við ongari aðrari ávirkan í samfelagnum enn atkvøðuna…men nú einaferð kemur Jákup í bygdina eitt vikuskiftisslank og tá hann sær trøðna út um síðurútin á sínum Porsche 911 stingst tað upp á hann, at trøðin… ið hvussu er niðari parturin… átti at verið útstykkjað…tí sum hann sigur við seg sjálvan…hatta liggur jú bara fyri einki…og skjótt er millum tanka og gerð hjá Jákupi…uttan at lata Jógvan vita…men traðarmaðurin um hetta mundið við norskum línubáti onkustaðni norðuri í Barentsmyrkinum…fær Jákup í lag, at bygdarráð og landsmyndugleikar geva honum loyvi at grava helvtina av trøðni hjá Jógvani út til grundstykki…
…og sum vera man… tá Jógvan nakrar vikur seinni kemur aftur og sær útgrevsturin, er hann ikki óður…hann er galin…fer glaðbeintur í rættin við málinum og einum kravi um endurgjald…svarandi til bruttovirðið… ella tað útgrivni parturin av trønni kann seljast fyri í grundstykkjum…
…men Jákup er ikki so at syfta…íðan ikki hvør sum helst…sum sagt…í eini handarvend strikar hann eitt roknistykki upp í rættinum og fær eitt nettovirðið, sum… allur kostnaður av útgrevstrinum frároknaður…er so hvørvandi lítið… Jógvan má takka fyri ikki at fáa rokning frá Jákupi upp á fleiri hundraðtúsund krónur og last frá almenninginum fyri lítið samfelagssinni í eini tíð við íbúðartroti…
…møsn sigur tú…ja, hvat tá…
…tí sjálvandi…hatta kundi ongantíð komið fyri í Føroyum…reglur og lógir vart Jógvan fyri slíkum yvirgangi…men kortini var tað nettupp hetta, sum hendi í Grønlandi…øll tey hundrað árini kryolitt-tøkan fór fram við Ilorput-fjørðin vardu ongar lógir og ongar reglur grønlendsk áhugamál…tvørturímóti… grønlendingar fingu lítið annað burturúr enn syfilis og tað grefliga benið, ið enn sæst eftir í fjøruni við Ivituut…
…ella so frægt átti nú hvørt toluliga upplýst og rættskygt gudsbarn at sæð…uttan í tí síðuskipaða ríki, føroyskur tíðindaflutningur gyklar hyggjarar, lurtarar og lesarar inn í vendist sansað og skilt…sum sagt …á ranguna…fordómar taka fyri søguligan og samtíðarligan veruleika…eitt nú í hesum førinum… tá tey, sum varða av filminum um Hvíta gullið í Grønlandi, verða svartiper og sensurerað út í skammikrókin í almenna rúminum, meðan tikið verður útyvir við danska státinum… eins og var tað ein órættur móti honum at leggja hann undir órætt móti grønlendingum…íðan grønlendingar alla tíð frumbúgvar…ómyndingar…børn…onkur eyðvitað mátti taka vaksnamannaavgerðir fyri…
…nei, so vist rørast fleiri enn trumpurin í eini vídd av villeiðingum…enn er tað galdandi, sum Halldór Laxness segði í „Vevaranum mikla“ fyri hundrað árum síðan…:…illa søgd lygn stendur ikki sannleikanum kurl…men móti væl prædikaðari lygn formár sannleikin sær lítið…
…ella líka veit eg…soleiðis limraði íspegilin í morgun…lesarin kann sjálvur gita upp á hálsin á hvørjum…:…
Nú mangt heilagt til helvitis fer,
Harri send tú ein frelsunarher,
Sum Kingo tað líkan
So kongliga slíkan
At mær ríkið nóg ríkiligt er,
Ja, mær ríkið nóg ríkiligt ger,
Til eg ræðist ta syndigu verð,
Sum arktiska hvast
Við óartigari last
Krýnir danmark til kryolitt mer,
Krýnist nú danmark kryolitt mer,
Krevja vit vist ein frelsunarher,
Tí um rangt vendur inn
Og rætt bert er spinn,
So mangt heilagt til helvitis fer.
…spyrst, so livst…