Ongi úrslit

Skulu meta um antin bilførarin skal missa koyrikortið

Áki Bertholdsen
5. august kl. 11:00

Eisini hetta seinasta samdøgurið hevur verið stak friðarligt hjá løgregluni. Men á miðdegi í gjár varð ringt til løgregluna at boða frá, at tað lógu einar fýra, fimm takplátur á sløgdust á vegnum mitt inni í Norðoyartunlinum.

Løgreglan fór á staðið og fekk tær burtur. Men samstundis kom maðurin, sum átti takpláturnar fram við. Tá ið hann kom til hús, saknaði hann pláturnar og fór at leita.

Løgreglan sigur, at hann hevur átikið sær ábyrgdina av støðuni og hann verður eisini skuldsettur fyri ikki at hava tryggjað farmin nóg væl.

Og tað verður tikið rættiliga alvorligt og í ringasta føri kunnu bilførarar missa koyrikortið fyri at missa farm av lastinum, og tað er eisini hent fyrr.

Støðan er tann, at e talan um farm, sum er dottin av lastini og sum hevur elvt til skaða, ella er til vanda fyri nakran í ferðsluni, kann talan verða um at bilførarin missur koyrikortið treytaleyst

Sostatt skal løgreglan í hesum føri meta um, antin nakar vandi var á ferð - men fyribils verður ikki mett, at talan var um eina vandastøðu.

Og í nátt mátti løgreglan eftir einum manni, sum gakk á gøtuni og garteraði og leikaði í. Maðurin varð burturvístur við eini bót upp á 1.500 krónur fyri at órógva almenna friðin, og so var friður.

Mest lisið hesa vikuna

Ósemja millum starvsfelagar endaði við harðskapi

15. oktober kl. 08:56

Eg eri blivin kallað bæði hora og golddigger

16. oktober kl. 13:13

Ikki føroyskar gentur

14. oktober kl. 23:00

Herverk á fleiri bilar - løgreglan sóknast eftir vitnum

9 tímar síðan

Hava ikki funnið gerningsmannin enn

16. oktober kl. 07:45

Skattatrýstið í Føroyum veksur - er næsthægst í Norðurlondum

17. oktober kl. 09:45