Ongi úrslit

Møguligt at Putin ikki vil gera avtalu

Eg haldi, at Putin er troyttur av tí. Eg haldi, at tey øll eru troytt av tí

Trump í Fox & Friends
Jóhanna Højgaard
Í gjár kl. 16:10

- Eg haldi ikki, at tað verður nakar trupulleiki, fyri at vera erligur.

-Eg haldi, at Putin er troyttur av tí. Eg haldi, at tey øll eru troytt av tí, men ein veit ongantíð, segði Trump í samrøðu við morgunsendingina Fox & Friends.

- Tað finna vit útav hjá Putin forseta næstu vikurnar. Tað er møguligt, at hann ikki vil gera avtalu, sigur Trump.

Amerikanski forsetin legði afturat, at Putin verður í einari "truplari støðu", um hann ikki vil gera eina avtalu.

Í somu samrøðu sigur Trump, at hann ikki ringdi til Putin í nærveru av evropeisku leiðarunum á topfundinum.

Hann greiðir frá, at hann altíð hevur sæð Ukraina sum ein "buffari" millum Russland og Evropa, og at Evropa er sinnað at senda fólk til Ukraina.

Tá forsetin verður spurdur, um hann kundi umhugsa at senda amerikanskar herdeildir til Ukraina, vissar hann um, at tað ikki verður aktuelt.

Trump heldur eisini, at tað var skeivt at Ukraina bað um limaskap í NATO.

Hann leggur tó afturat, at tað fer at vera okkurt slag av trygdargaranti fyri landið, hóast tað ikki verður NATO.

- Ukraina fer at fáa nógva jørð, sigur amerikanski forsetin við Fox & Friends

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

23 tímar síðan

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

Í gjár kl. 11:39

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03