Ongi úrslit

Minst 6 av hvørjum 100 børnum fáa neyðhjálp í Føroyum

Hetta er óvirðiligt og óneyðugt, sigur Djóni Eidesgaard

ÓLAVUR WAAG HØGNESEN
16. februar kl. 08:00

Í fleiri enn 11 ár var hann fremsta almenna røddin fyri Barnabata. Talan er um Djóna Eidesgaard, sum var aðalskrivari í Barnabata árini frá 2013 til 2024. Í fjør fór hann úr starvinum hjá felagsskapinum, og eg havi sett manninum við teimum nógvu royndunum, tá ið tað kemur korini hjá børnum, stevnu.

- Hetta hevur verið eitt sera spennandi starv, men eisini eitt sera krevjandi starv. At arbeiða til frama fyri trivnaðin hjá øðrum menniskjum, ávirkar ein á nógvar ymiskar mátar. Tað kann eitt nú geva eina sterka kenslu av meining, empati, og sosialari ábyrgd, og onkursvegna fær man eisini kensluna av, at ein sterkur hjálparfelagsskapur er við til at skapa ein meira solidariskan og haldgóðan felagskap, har mennisku koma hvørjum øðrum við og stuðla hvørjum øðrum, hugleiðir fyrrverandi aðalskrivarin um tey 11 árini í Barnabata. 

Spennandi og krevjandi
- Tá tað er sagt, so er tað umráðandi at raðfesta seg sjálvan. Tað er torført til tíðir, serliga tá ið ein vil gera meira enn ein sjálvur røkkur til. Um ein ikki ansar sær, so kann samkenslan - kenslan av empati og umsorgan - eins nógv verða ein byrða sum ein styrki, sigur Djóni Eidesgaard. 

Í Barnabata-starvinum hevur hann í nógv ár hava uppmerksemið á trongar og til tíðir svárar støður hjá nógvum ymiskum familjum, og tað kann hava sterka ávirkan á ein.

- Tá er umráðandi at verða tilvitaður um, at slíkt kann føra til, at ein verður samkenslu-útervaður ella kensluliga móður. Hóast tað mangan hevur verið hart, so eri eg takksamur fyri møguleikan, sigur Djóni Eidesgaard og kemur inn á fíggjarliga sperdar famljur sum dømi.

- Tað hevur rørt meg sera sera nógv, tá ið eg havi havt tungar samrøður við familjur, sum hava søkt um hjálp ár um ár, sigur Djóni.

Viðhvørt skal lítið til
Eg vil vita, hví vit hava fátækradømi í so stóran mun, at tað er neyðugt við neyðhjálp í einum landi, har fólk javn breggja sær av, hvussu gott vit hava tað.

- Uha, hatta er ein stórur spurningur. 6 børn av hvørjum 100 undir ár fáa neyðhjálp frá Barnabata, og óivað fáa fleiri onnur børn hjálp frá øðrum eisini. Vit eiga at hava eina null-hugsjón, so hetta eru alt ov nógv og óvirðiligt fyri Føroyar, leggur Djóni Eidesgaard fyri.Uttan at fara út í størri samfelagsligar greiningar, og heldur hyggja meira ítøkiliga eftir tí, so vil eg siga, at tað eru ymiskar orsøkir til fátækradømi, har ein hending kann hava við sær, at viðurskiftini so at siga ikki ganga í takt, so alt fer av lagi, sigur Djóni Eidesgaard.

- Tað kann vera bráðkomin og drúgv ella varandi sjúka, arbeiðsloysi, hjúnaskilnaður o.a., sum broytir fíggjarstøðuna fullkomuliga, sigur vísir Djóni Eidesgaard á og leggur afturat:

- Tað sigur seg sjálvt, at tað skal minni til, um ein familja í forhond hevur tað trongligt fíggjarliga: hevur tú t.d. ikki ráð tekna eina ábyrgdartrygging fyri børnini ella eina skrokktrygging fyri bilin, so kann ein rokning koppa øllum.

Nógv eru veruliga hart fyrispent
Djóni Eidesgaard sigur, at hesar serligu støðurnar umboða nógv tann minsta partin av teimum familjunum, sum fáa hjálp frá Barnabata. Í allarflestu førum verður hjálp latin til familjur, sum snøgt sagt ikki fáa endarnar at røkka saman. Eg spyrji vegna lesaran, um tað ikki er tí, at tey ikki duga at húsast …

Djóni Eidesgaard greiðir frá, at hjálpin er grundað á eitt spurnarblað, har spurt verður um inntøkur og útreiðslur. Tá ið tað kemur til útreiðslurnar, so er tað avgerandi fyri hjálpina tað, sum vit kunnu kalla ‘grundraksturin’ – tað, sum vit í øllum førum hava brúk fyri: býli, mat, klæðir, ljós og hita, flutning, samskifti við umverðina.

- Hetta verður gjørt fyri at Barnabati ikki óbeinleiðis skal fíggja útreiðslur til eithvørt, sum ikki er alneyðugt og væl oman fyri tað, sum inntøkurnar kunnu bera, leggur hann doyðin á.

Foreldur stríðast fyri tignini hjá børnunum
Fátækadømi er ikki bara eitt stríð fyri at hava tak yvir høvdið, at fáa mettuna og klæðir á kroppin, men eisini eitt stríð fyri at tryggja børnunum eina virðiliga sosiala tilveru millum sínar javnaldrar. Tað er eitt stríð hjá foreldrum fyri at børnini ikki skulu tykjast vera verri fyri enn hini í sosiala felagsskapinum, hóast tey í roynd og veru eru verri fyri, og eitt stríð fyri at sleppa børnunum undan at verða hildin uttanfyri millum javnaldrar. 

Tað hevur altíð verið munur á umstøðunum hjá børnum – eisini í teimum góðu gomlu døgunum, tá ið børn spældu úti. Í dagsins samfelag sæst hetta eisini í hesum, at tá ið tað kemur til klæðir, íroknað ítróttarklæðir og -útgerð, so er sumt meira cool enn annað. Og tað, sum er cool, tað er eisini dýrari – og tað kann fáa børn at halda seg burtur frá felagsskapinum ella kenna seg at vera uttanfyri felagsskapin, hóast tey eru. 

Brúka ikki pengar uppá seg sjálvi
Nú á døgum brúka børn og ungdómar nógva tíð í sosialum felagsskapum á netinum. Og skal tað bera til, so mugu tey hava ta útgerð, sum krevst – fyrst og fremst teldu og tað, sum krevst til tey spøl o.a., sum eru uppi í tíðini. 

Ítøkiliga hevur hetta við sær, at foreldrini stýra raðfestingunum til frama fyri børnini – og bøta sjálvi fyri tað. Foreldur gera tað, sum hart fyrispent foreldur altíð hava gjørt: tey lata vera við at brúka pening uppá seg sjálvi, eisini alneyðugar útreiðslur, t.d. til klæðir, tannlækna og bil, alt eftir umstøðunum. 

Ein skjót leiting á netinum vísir, at verða foreldur skift sundur í tríggjar inntøkubólkar (hægst, miðal og lægst), so vísa tølini stórt sæð tað sama. Í hægsta inntøkubólkinum eru tað uml. 95% av børnunum, sum eiga eina teldu, í miðalinntøkubólkinum er talið øðru megin 85% og í lægsta bólkinum er talið beint oman fyri 60%.

Býli – óvissa og ótryggleiki
Ein útreiðsla, sum er vorðin alt meira tyngjandi seinastu árini, er býli. Tað er vorðið dýrari at leiga, og leigan kann eyðvitað hækka, meðan tú leigar, og samstundis eru vøruprísirnir eisini hækkaðir í stórum, ikki minst á matvørum. Hetta hevur við sær, at minni ella eingir pengar eru til keyp og ella virksemi, sum má roknast fyri at vera vanligt – hetta, sum bretar rópa ‘social depravation’.

Harumframt hava hækkaðu útreiðslurnar við sær, at óvissan gerst størri: ber til at verða búgvandi í sama stað ella verður neyðugt at flyta til annan bústað í øðrum grannalag ella kanska aðrari bygd – og harvið flyta børnini burtur frá teirra sosiala felagsskapi? 

Djóni Eidesgaard vísir á, at tað er óundansleppandi, at slíkur ótryggleiki ger vart við seg sum verri kropslig og sálarlig heilsa – bæði hjá vaksnum og børnum. Foreldur vilja gjarna vera «verdig foreldur» og tí kenna tey seg noydd at biðja um hjálp, tá ið tað stendur serliga nógv á.

Stóru dagarnir elva til ekka
- Hetta ger seg serliga galdandi upp undir jól og tá ið barnaføðingardagar standa fyri framman. Tað snýr seg um at kunna geva børnunum gávur, sum hvørki eru neyðaregg ella marglæti - bara virðiligar! So foreldrini kunnu kennast við seg sjálvi sum foreldur og so børnini ikki bara gleðast um gávuna, men eisini tora at umrøða hana fyri vinum. Og tað snýr seg um at kunna halda ein líkinda føðingardag og eini líkinda jól, útgreinar hann.

Ein orsøk fyri, at so nógv venda sær til Barnabata og aðrar felagsskapir, er, at reglurnar hjá tí almenna ikki kunnu lofta í summum førum, ið hava stóran týdning fyri familjur og børn, ella at viðgerðartíðin í almennu skipanunum er drúgv.

- Felagsskapirnir veita skjóta hjálp. Føroyar eru eitt lítið samfelag, og vit áttu at havt almennar skipanir, ið ikki eru so býrokratiskar, leggur Djóni Eidesgaard afturat.


Mest lisið hesa vikuna

Eg vil við hesum koma við eini umbering

18 tímar síðan

Hetta er so andstygiligt, at tað sker í hjartað

Í gjár kl. 10:00

Tað sker í eyguni á tveimum løgtingslimum

10. mars kl. 16:40

Høgni Hoydal er slett ikki so tvørur sum hann hevði stúrt fyri

11. mars kl. 15:17

Tóku koyrikortið frá gomlum bilførara

Í gjár kl. 07:42

Kolldømdu øll framstig tí tey vildu ikki hava sammøður upp í

11. mars kl. 12:40