Ongi úrslit

Minnisplátur avdúkaðar í Gásadali

Til sjálva løtuna søgdu Inga Dam, prestur, og Marjun í Kálvalíð, prestur, nøkur hugleiðandi orð. Tórfríð Tavsen framførdi sangin “Kvinnan í svørtum”, áðrenn Karl Mikkelsen avdúkaði pláturnar

sorvag.fo
12 tímar síðan

Sunnudagin 2. november 2025 vórðu nýggjar minnisplátur avdúkaðar í Gásdali. Gásdalsfelagið tók stig til verkætlanina og vendi sær til Sørvágs kommunu við ynskinum um at fáa nøvnini á øllum sum liggja í gamla kirkjugarðinum sjónlig. Kristina Olsen og Anna Guttesen hava savnað nøvnini, og Sørvágs Kommuna hevur stuðlað við sjálvum plátunum.

Til sjálva løtuna søgdu Inga Dam, prestur, og Marjun í Kálvalíð, prestur, nøkur hugleiðandi orð. Tórfríð Tavsen framførdi sangin “Kvinnan í svørtum”, áðrenn Karl Mikkelsen avdúkaði pláturnar.

Aftaná hátíðarligu løtuna bjóðaði Sørvágs kommuna til kaffi og lagkøku í Gásadalsgarði.

Fitt av fólki var møtt, og løtan gjørdist bæði hátíðarlig og minnilig fyri bygdarfólk og gestir.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

20 tímar síðan

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

Í gjár kl. 09:07

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03

Minningarorð um Helga Olsen í Rituvík

11. november kl. 12:41

Útselt á sjálvum upplatingardegnum

11. november kl. 21:00