Ongi úrslit

Minningarorð um Regin Mohr Mortensen

Eitt eyðkenni hjá Regin var, at hann ongantíð rann undan einari avbjóðing

Jóannes Eidesgaard
13. apríl kl. 11:45

Tað var ein rættiligur hvøkkur fríggjamorgunin at frætta sunnan av landi, at okkara góði og trúgvi vinur Regin var farin. Hóast hann hevði nátt kappaaldur, nú hann var vorðin tey áttati, so vóru boðini tó ein skelkur, tí hann fór bara beint, sum hann stóð.

Regin hjá Jens Mohr, sum vit vanliga nevndi hann, var triðelstur og triðyngstur av teimum fimm børnunum hjá Judith og Jens Mohr í Trongisvági. Heri og Oddbjørg vóru eldri, og Sverri og Signar yngri.

Hóast Regin var nakað væl eldri enn eg, so kom eg at kenna Regini eitt sindur, tí systir hansara Oddbjørg var gift við systkinnabarni mínum Peturi Holm. Har kom eg mangan kom á gátt, og soleiðis hittist vit báðir eisini onkuntíð.

Regin var teknikarin framum onnur. Hann dugdi alt hetta við radio, telefon, sjálvstýrara, ekkolodd og radara. Hann hevði sum lærlingur og sveinur drúgva arbeiðstíð hjá Groth, so tað var ikki tað skip á fjørðinum, sum Regin ikki vitjaðu umborð, tá tað var fyri neyðuni. Eisini hevði hann seinni árini drúgva arbeiðstíð hjá Føroya Tele.

Men okkara vegir krosskastaðist rættiliga, tá vit arbeiddu við at fáa skipið Thorshavn til Tvøroyrar. Hetta var afturi í 2012, og Regin var frá fyrsta degi ein av teimum allar trúgvastu stuðlunum hjá skipinum. Thorshavn gav lívinum hjá Regini og okkum øðrum eitt heilt nýtt innihald.

Sjálvt tá skipið lá við bryggju inni á Hvítanesi ella úti á Tvøroyri, so elskaði hann bara at fara umborð og hugna sær við einum kaffimunni og einum góðum práti. Tað var lívskvalitetur fyri hann, men so sanniliga eisini fyri okkum onnur.

Serliga glaður var Regin, tá tað eydnaðist okkum at fáa Thorshavn undir segl aftur. Minnist hann mangan standa á dekkinum og hyggja eftir, hvussu seglini stóðu og skikkaðu sær í lotinum. Regin elskaði at sigla, og so dugdi hann alt umborð – tó kanska ikki at kokkast.

Mangan túrin hava eg verið við, tá Regin hevði ábyrgdina av gamla Alfa-motorinum, og tað megnaði hann meistarliga.

Hvørja ferð summarið nærkaðist, og vit prátaðu um at fara ein túr uttanlands, so kom ynski frá Regini um at sigla gjøgnum Caladonia-veitina. Men altíð var tað okkurt annað, sum stóð ovast. Vit vóru í Danmark tvær ferðir, og vit vóru í Hetlandi, men ongantíð fingu vit tað upp í lag at fara dreymatúrin hjá Regin fyrr enn í 2023. Eg var tíverri ikki við henda túrin, men sagt verður frá monnum, at tá livdi Regin mitt í verðini. Tann túrurin var hansara dreymur, sum hann tíbetur slapp at uppliva. Myndin her (Leivur eigur hana) vísir tað eisini, at har var trivnaður og hugni.

Eitt eyðkenni hjá Regin var, at hann ongantíð rann undan einari avbjóðing. Minnist, at eg heitti á hann og Leivur um at átaka sær koyringina fyri Reyða Kross í Suðuroynni. Tað var ikki hálvtalað orð, so var tað í lagi. Eisini stóra tøkk fyri tað.

Regin var gamal drongur, men hann hevði stóra familju rundan um seg. Hann var altíð at síggja sum ein miðdepil í familjuni kanska serliga, tá arbeitt var á trøðni og í hoyna, ella tá flett varð. Hann tók sær av sínum nærmastu, men tey tóku sær eisini so hjartaliga av honum. Hann var ongantíð einsamallur, men altíð millum góð fólk. Eg sýni tykkum, hansara kæru, djúpastu samkenslu.

Nú fór Regin so um ta sýn, haðar eingin okkara vendir aftur. Men vit eiga kortini minnini um mangar góðar løtur saman, og vit fara ivaleyst mangan at hava Regin í huga, tá Thorshavn fer onkrar av sínum túrum út eftir fjørðinum. Fjørðurin hjá Regini er nú rógvin, men seinastu boðini fra hansara kæru eru at lata skipinum ein stuðul heldur enn at prýða leiðið við blómum. Og eisini stóra tøkk fyri tað.

Hvíl í friði frægi vinur.

Jóannes

 

Mest lisið hesa vikuna

Ferðafólk fyri borð á Norrønu

Í gjár kl. 20:35

Nú er avgjørt hvør vinnarin er

26. juni kl. 08:30

Maður fyri borð á Norrønu - eru givin at leita

Í gjár kl. 22:48

Norrøna farin aftur í sigling - leitingin heldur fram

Í gjár kl. 21:08

Tvey hús á Toftum fingu skaða av spreinging

24. juni kl. 07:40

Gera tað lættari hjá foreldrum sum skulu tíðliga til arbeiðis

27. juni kl. 07:44