Minningarorð: Pól á Kletti er farin

Ein av teimum allar drúgvastu pennunum í føroysku miðlunum skrivar ikki meira. Pól á Kletti andaðist mikudagin bara 61 ára gamal

Sveinur Tróndarson
9. juli 2021 kl. 15:33

Pól var ættaður úr Hesti og var føddur tann 12. juli í 1959, og tí hevði hann fylt 62 ár mánadagin.

Foreldur hansara vóru Dánjal Nybo, sum var fiskimaður og bóndi í Hesti, og Kristina, f. Mortensen, sum var ættað úr Froðba. Foreldrini hjá pápanum vóru Poul Nybo av Kletti á Hvítanesi, og Anna Kathrina, fødd Danielsen, úr Andrasstovu í Hesti. 

Pól var doyptur Poul Nybo, men tók sær navnið Pól á Kletti eftir abbanum, sum hann var uppkallaður eftir og sum var ættaður av Kletti á Hvítanesi. 

Hann byrjaði at arbeiða á Dimmalætting í 1978. Hann var fastur tingfrásøgumaður hjá blaðnum í tíðarskeiðinum frá 1981 til 1995, og í 1996 og fram til 2007 hevði hann ábyrgdina av Viðskeranum og Skáanum, sum vóru eykabløðini í leygardagsútgávuni hjá Dimmalætting.

Tað er einki at taka seg aftur í, at Pól á Kletti er ein av teimum allar drúgvastu pennunum í føroysku miðlunum. Hansara hugur stóð til tað siðsøguliga, og tað var mest hetta, sum hann brúkti sína orku uppá, serliga tey seinnu árini.

Tað er eingin ivi um, at Pól á Kletti hevði nógvar lesarar, sum dámdu sera væl tað, sum hann legði úr hondum. Innihaldið var sjálvandi ein stór orsøk til tað, tí hann dugdi væl at velja evnir, men ein onnur orsøk er, at hann bæði hevði ein sera góðan penn og eitt øgiliga gott føroyskt mál, sum hann hevði so stóran alsk til. Og so var hann eisini lættur at lesa.

Pól arbeiddi fyri Dimmalætting meira ella minni til blaðið steðgaði í september 2013, og tað er einki at taka seg aftur í, at Dimmalætting stóð hansara hjarta ógvuliga nær. Tí var tað sjálvsagt hjá okkum, at fáa hann við okkum, tá Dimmalætting byrjaði aftur í oktober 2014, og vit vóru ovurfegin um, at hann játtaði at vera við.

Hesaferð var hann knýttur at blaðnum sum freelansari, men evnini, sum hann skrivaði um, vóru tey somu og tilgongdin hjá honum til tað tilfar, sum hann viðgjørdi, var júst tann sama. Hann var nærlagdur og væl gjørdur í øllum tí, sum hann hevði við at gera.

Umframt at skriva fyri Dimmalætting, hevur hann eisini verið við í nógvum útgávum. Hann var við at leggja til rættis útgávuna av bókini Búskapur- og politikkur, sum Ólavur Christiansen, búskapar og samfelagsfrøðingur skrivaði í 1990, Samstarv, 75 ára minningarritið, sum Kongshavnar Havn gav út í 1991, Upphav og virki, sum var 90 ára minningarritið, sum Sambandsflokkurin gav út í 1996, hann var við í 60 ára minningarritinum hjá B36 í 1997, og hann skrivaði grein um Hests kirkju í bókarøðini Kirkjurnar í Føroyum, sum J. P. Gregoriussen, arkitektur, gav út í 1998, og hann var eisini limur í ritstjórnini, sum skipaði fyri útgávuni av 150 ára minningarritinum hjá Føroya Løgtingi árini 2002-2003, og tá Sambandsflokkurin gav út minningarritið Sambandsflokkurin í 100 ár, var Pól á Kletti eisini við í ritstjórnini.

Tað seinasta hann hevur arbeitt við í so máta var at leggja til rættis 16. og 17. bind av Føroya Siglingarsøgu, sum  Páll J. Nolsøe hevur skrivað. Hann var inni á gólvinum á redaktiónini á Dimmalætting, tí hann sjálvur vildi geva okkum eintøkini, og bara nakrar fáar dagar seinni kom tann seinasti teksturin, sum hann skrivaði fyri Dimmalætting sendandi sum teldupostur. Tað var teksturin um drotningavitjanina fyri 100 árum síðan, tá Christian kongur X og Alexandrina drotning vitjaðu í Føroyum. 

Lítið vardi tað okkum, at hetta skuldi vera tað seinasta, sum vit skuldu fáa úr hansara hondum, og tað harmar okkum almikið, at Pól á Kletti ikki longur er ímillum okkum. Hann hevur verið okkum ein trúgvur og dyggur stuðul og fyri tað eru vit honum ógvuliga takksom fyri.

Vit drýpa høvur í samkenslu við Elsy og synunum, og við tí lýsa vit frið yvir minni um okkara starvsfelaga, Pól á Kletti.


Sveinur Tróndarson, blaðstjóri