Tað verður ein massiv trygdarnærvera, tá amerikanski konservativi aktivisturin Charlie Kirk sum var skotin og dripin, í kvøld verður minntur á einum stórum hátíðarhaldi í statinum Arizona.
Amerikanska innanríkisráðið sigur við New York Post, at minningarhaldið er ein hóttanarstig-1 hending, sum er hægst møguligt stig í USA.
Hetta er vanliga sama hóttanarstig sum til dømis forsetavígslur og ST-toppfundir.
Og har verður nokk av fólki at halda eyga við. Turning Point - studentarørslan, sum Charlie Kirk stovnaði, væntar, at fleiri enn 100.000 fólk koma til tiltakið.
Sjálvt minningarhaldið verður kl. danska tíð á amerikanska fótbóltsvøllinum 'State Farm Stadium' í býnum Glendale, sum hevur pláss fyri fleiri enn 60.000 fólkum.
- Beint nú savnast fólk at minnast og biðja fyri Charlie Kirk. Tað er eingin ivi um, at millum mong her hevur átrúnaðarliga víddin veruliga ein stóran leiklut, sigur amerikanski tíðindamaðurin hjá DR, Kim Bildsøe, sum er í Glendale.
Tann 31 ára gamli Charlie Kirk var ein konservativur kristin, og hevði serliga stóra ávirkan millum ungar amerikanarar gjøgnum studentafelagsskapin Turning Point, har hann fór út og kjakast á universitetum.
Tað var eisini á einum slíkum kjakfundi á Utah Valley University, at hann var skotin og dripin mikudagin í síðstu viku.
Fleiri fólk fara væntandi at tala til minningarhaldið - eitt nú einkjan hjá Charlie Kirk, Erika Kirk, umframt amerikanski forsetin, Donald Trump og varaforsetin J.D. Vance.
Politisku spenningarnir í USA eru bara øktir síðani Kirk varð dripin.
22 ára gamli Tyler Robinson er handtikin og skuldsettur fyri drápið, men enn eru nógvir ósvaraðir spurningar um hansara motiv, skrivar Ritzau.
Fleiri maktfullar røddir hava boðað frá at tey vilja hava deyðarevsing til tann sum hevur skotið Kirk, harímillum Donald Trump og Guvernørurin í Utah, Spencer Cox.
Charlie Kirk sjálvur, hevur í einum parti av "Thoughtcrime" kjaki á YouTube, úttalað seg jaliga um deyðarevsing.
Hann vildi hava at tað skuldi gerast skjótt, tí sum nú er, dregur tað út við ov nógvum møguleikum at appelera, segði hann. Tað skuldi eisini gerast alment og vísast í sjónvarpinum.
DR.dk fer at fylgja við a minningarhaldinum frá kl. 18.00 føroyska tíð.