Kringvarpið og tað fólksliga
Í sambandi við spurningin um Kringvarpið og tað fólksliga, spyr ein seg sjálvan, hvør ella hvat tað er, sum hóttir tað fólksliga, og um ikki ein og hvør roynd at stýra Kringvarpinum av hægri stað kanska fer at gera størri skaða enn gagn.
Um tað fyrra av hesum málum er at siga, at Kringvarpið upplýsir dúgliga og á fólksligan hátt um ítrótt, m.a. bæði hondbólt, fótbólt og aðrar ítróttargreinar, at Kringvarpið hevur ein hóp av væl og fólksliga úr hondum greiddum sendingum um tónleik, bæði burturi og heima, og at Kringvarpið upplýsir væl og fólksliga um samferðslusøgu og um sjólívið og um skipini og ta veiðu, tey føra at landi ella avreiða í øðrum londum.
Somuleiðis hevur Kringvarpið hvørja viku dyggar og sera fólksliga borðreiddar sendingar um lívið og baksið úti á bygd bæði í nútíð og fortíð, eins og mangar sendingar frá kirkju og samkomum væl og framúr fólksliga røkja tjóðarinnar trúarliga tørv.
Men, kann ein spyrja, hvør ella hvat kann hugsast at hótta tað fólksliga? Fer ein at hugsa nágreiniliga um henda spurning, verður tað skjótt sólarklárt, at hóttanin móti tí fólksliga bara ella at kalla bara kann koma frá einihvørjari totaliterari ella víðgongdari stevnu. Slíkar stevnur eru sum heild av tveimum slag – nevniliga hugmyndafrøðiligar (t.e. politiskar) ella av átrúnaðarligum slag.
Talufrælsið í vanda
Um ein nú fer frá sjálvum Kringvarpinum og avmarkar seg til víðgongda hugsan sum heild, so vóru føringar nú í heyst vitnir til týðiliga víðgongda og totalitera hugsan á tí politiska og umsitingarliga pallinum.
Her verður serliga hugsað um tvey mál. Talufrælsi er ein tann mest grundleggjandi rætturin í okkara samfelag. Og tó var, frá politiskari síðu – í sambandi við málið um Bústaðir – roynt á ógvisligan og dramatiskan hátt – at taka henda rættin frá einum stjóra. Nakað um somu tíð royndi leiðslan á eini stórari almennari fyritøku við loynitænastu-háttalag at jagstra eitt dugnaligt starvsfólk og reka tað úr sínum starvi.
Í báðum hesum førum var – tað skerst ikki burtur – talan um leiðslur á fólkaflokshaga. Men her hendi tað sera áhugaverda, at báðar ætlanir blivu avblástar rættiliga skjótt og vórðu av ongum. Hvør orsøkin var til hesa bráðu vend, er mær ikki greitt, men eg minnist frá mínum barnaárum, at fólkaflokkurin í fimtiárunum, lutvíst íð hvussu er, hevði demokratiskan rygg, og eg giti, at onkur lógkønur hampamaður í hesum flokki hevur talað at tí víðgongdu kósini.
Tað eitraða bryggið
Fyri mongum gjørdist tað samstundis greitt, at har fólkaflokkur (væl at merkja av víðgongdum slag) og brøðrasamkoma vórðu samanvavd og gjørd til eitt sterkt bryggj, var úrslitið stundum eitt demokratiskt undirskot, og stundum – har gekk sjón fyri søgn – vístu fólk týðiliga, at tey mangan als ikki vistu, hvat demokrati var og er.
Fara vit aftur til Kringvarpið, so sóu vit um jóltíðir, at roynt varð – til fánýtis – at forða einum uppskoti, sum jú hevur flutt Føroyar eitt fitt petti ávegis tann demokratiska og etiska vegin. Serliga áhugavert var, at hetta uppskotið hevði sum heild stóra fólksliga undirtøku, meðan hinvegin samstundis ein dyggur fólksligur meiriluti var ímóti at forða tí.
Vit sóu enntá, at nakrir høgralyntir tingmenn á dubiøsan og óheiðurligan hátt royndu at forða einum floksfelaga at brúka sín demokratiska atkvøðurætt.
Tá ið somu menn, sum í kringvarpshøpi vilja eitast at virka fyri tí fólksliga, í roynd og veru við síggjandi eygum av øllum alvi royna at seta fót fyri júst tí, sum ein stórur meiriluti av fólkinum ynskir, eiga frílynt fólk at vera á varðhaldi. Spæla hesir persónar dupultspæl? Um so er, eigur hetta dupultspæl ikki at sleppa at koma okkara kringvarpi frá øskuni í eldin.
Annars haldi eg meg minnast, at ein ráðharri í okkara landi í fleiri førum hevur vanvirt uppskot um starvsetanir, gjørd av fólksliga settum, serkønum nevndum og – ímóti prinsippinum um armslongd – trokað síni egnu, stundum víðgongdu, uppskot ígjøgnum ístaðin.
HOLODOMOR
Kanska kann tað vera ómakin vert – nú hesi og onnur mál, sum viðvíkja mentan og ekstremismu, eru á lofti – at hyggja at støðuni í heiminum. Russland hevur í hesum døgum hug at kráma uppaftur meira av tí demokratiska ríkinum Ukraina inn undir seg, enn landið longu hevur tikið, og tað hóttir á henda hátt friðin í Europa og í heiminum.
Nógv verður tosað og skrivað um henda spurning, men søguligur kunnleiki sýnist at tróta ikki fáum, burturi og heima, sum viðgera hetta mál. Tí undir hesum spenningi býr í roynd og veru tann sannroynd, at Russland (tá Sovjetsamveldið), árini 1932-33 framdi fólkamorð í Ukraina, eina menniskjaskapta hungursneyð, sum kostaði um fýra milliónum av ukrainum lívið. Hendingin verður í dag samanborin við holocaust – nazistanna jødamorð árini 1941-45 – og rópt holodomor, t.e. – á ukrainskum – “hungursmorð”.
At geva einstøkum russarum skyldina fyri hetta, er tó ikki rætt, tí tað var Josef Stalin – úr Georgia – sum úr erva setti hetta í verk. Leiðslan í USSR tvingaði bøndurnar í Ukraina (og russiskum grannalandspørtum) at lata ríkinum so stóran part av teirra skurði og grøði, at avleiðingin var ein svøltur, sum serliga rakti konur og børn, og sum var so syndarligur, at ikki sigst frá tí við orðum. Um onkur lesari skuldi komið til býin Winnipeg í Kanada, so er har eitt museum ognað hesi hending.
Stórmennið Willy Brandt
Hyggja vit nú aftur at nazistanna fólkamorði, so var týski javnaðarmaðurin Willy Brandt, tá kanslari í Týsklandi, á vitjan í Póllandi í desember 1970, og framman fyri minnisvarðanum um ghetto-uppreisturin í Warschava legði hann seg tann 7. desember 1970 á knæ og bað um fyrigeving. Somuleiðis var hann tann 7.-11. juni 1973 – í somu ørindum – á ríkisvitjan í Ísrael. Slíkt eru menn!
Átti ikki Vladimir Putin nú at gjørt tað sama, farið á ríkisvitjan til Ukraina, lagt seg á knæ og biðið ukrainar um umbering fyri tað ógloymandi ræðuliga fólkamorðið har og samstundis latið teimum Krim-hálvoynna aftur?
Tað átti hann, og ein slík gerð hevði bæði verið honum til sóma og verið byrjanin til at fáa tann tvídrátt, sum nú leikar á millum Russland og Ukraina, loystan. Men tað ger Putin ikki, av tí einføldu orsøk, at Russland er ikki eitt fólkaræði. Um vit nú hyggja at søguni, so eru einstakir russarar góð og dugnalig menniskjur, men sum tjóð hevur tann russiska havt lyndi til at krúpa, fyrst fyri zarunum og seinni fyri Stalin og hansara eftirmonnum og nú fyri Putin.
Mikhail Gorbatjov
Einasti veruligi statsmaður, russarar hava havt frá fyrst í tjúgundu øld, æt Mikhail Gorbatjov, hann var eitt glógvandi undantak, men hann bleiv sjálvsagt vrakaður. Úr einaveldi sprettur tvídráttur og tað, sum verri er, og sostatt fer henda russiskt skapta kreppan helst at halda fram, um hon ikki endar við eini størri vanlukku.
Tá ið her verður nomið við Holodomor, hevur tað lutvíst samband við, at onkur á okkara høgravongi nú hevur hug at síggja umboð fyri tað imperialistiska Russland í eini bjartari glæmu, sum hesi umboð á ongan hátt hava uppiborna. Rætt er tað, øll lond – bæði demokratisk og totaliter – noyðast at samstarva eitt nú um handil, orku og fiskiveiðirættindir, og til tað krevst kurteisi og at fara stillisliga um hurðarnar. Men vit eiga ongantíð at gloyma tann søguliga veruleikan.
Laissez-faire
Venda vit nú aftur til Kringvarpið, so er tað – sum longu nevnt – ein spurningur, um tað hevur brúk fyri nøkrum stigi av stýring úr erva. Undirritaði er ikki serfrøðingur á hesum øki, men okkara almenna varp tykist liggja í hondunum á tí slag av “skipan”, sum vit kanska kunnu rópa “laissez-faire” í orðsins positivu merking.
Einum háttalag, við øðrum orðum, har álit er á útvarpsfólkum, kvinnum sum monnum, har hesi fólk, sum sjálvandi eru sett samsvarandi sjálvsøgdum krøvum, sleppa at blóma og spretta ríkað av onkrum slag av áliti sínamillum og úr erva. Víðgongdir ráðharrar eiga at lata hetta ríka – men kanska eisini potentielt viðbrekna – reiður fáa frið.
Umframt at røkja tað fólksliga sær stovnurin til, at mong onnur økir, ikki minst upplýsing, mentan, mál og bókmentir, verða røkt. Har er ein máltáttur, sum nú í langa tíð hevur verið framúr væl røktur, og har er CREDO, ein sera væl úr hondum greidd sending um lívsroyndir, lívsáskoðan og átrúna.
Har eru góðar barnasendingar, og beint nú er ein framúr spennnandi og væl leikt sending um Sigmund Brestisson (sum eisini vaksin hava lurtað eftir!) liðugt send. Har ber til at ferðast oyggjarnar runt við Tóri á túri. Somluleiðis er mentanarsendingin Nón, fyrimyndarliga greidd úr hondum, á høgum stigi.
García Márques
Eitt kringvarp eigur at vera ein sjálvstøðugur stovnur, púra óheftur av stjórn, politikarum ella ráðaríkum nevndum. Og sostatt umboðar Kringvarpið eisini tann kritiska og borandi journalistikkin, sum er ein hjartatáttur í einum heilsugóðum, demokratiskum samfelag.
Beint nú er Útvarpið farið at senda ta gitnu og meistaraligu skaldsøguna Hundrað ára einsemi, 1970, eftir kolombianska rithøvundin Gabriel García Márques, sum Marianna Hoydal hevur týtt úr sponskum.
Og forvitnisligt hevur verið at hoyra Virgar Dalsgaard, ferðaleiðara, fortelja um býir, vøtn og landsløg í Europa, sum – í mongum førum – fáur man hava hoyrt um. Ikki bara hevur Virgar stóra vitan, ikki einans um landalæru og landsløg, men eisini um søgu, politikk, bókmentir, støddfrøði osfr., men hann er samstundis tikin úr leikum sum forteljari, og – ikki at forgloyma – hann hevur stíl og persónligan koloritt sum neyvan nakar annar í Føroyum. Og so dugir hann sera væl at lofta sær á sínum móðurmáli. So har gjørdi Útvarpið kvettið!
Her eru nøkur dømir nevnd, men pláss er ikki til at umrøða øll, so eg biði um fyrigeving, um onkur kennir seg gloymdan.
Demokratisk og teokratisk hugsan
Til seinast fari eg, í tí eg sleppi Kringvarpinum, at nema við eitt mál, sum bæði er álvarsamt og viðkvæmt, og sum tí skal vera umrøtt fólkaliga og varliga.
Í okkara samfelag skilja vit ímillum tað sekulera og tað trúarliga umráðið. Talan er um tvær fatanir, har onnur hevur við tað almenna ríkið at gera og hin við ta subjektivu trúnna hjá tí einstaka. Tann grikski heimspekingurin Platon orðaði munin millum hesi bæði við m.a. at skriva, at “rættvísin stendur yvir tí heilaga”. Í einum upplýstum demokratiskum samfelag eigur tað heilaga at virka í kirkjum og samkomum, men tann sekulera upplýsingin á eitt nú almennum lærustovnum. At barnaskúlin hýsir sámuligari, ósekteriskari kristniundirvísing, er tó ein sjálvfylgja.
Dannilsi hins einstaka
Ivaleyst hava mong varnast, at summi í okkara landi ikki virða tað mark, ið altíð eigur at vera millum rættvísina (tað sekulera) og tað heilaga (og ofta víðgongda). Eitt positivt mótdømi um hetta er Studentaskúlin, sum var úti á VBV og seinni helt til í Hoydølum. Eg havi sjálvur gingið á hesum skúla í fýra ár (skúlin var tá eitt skeið), og eg minnist skúlan sum eitt humanistiskt paradís, har undirvíst var – bæði væl og virðiliga – í søgu, fronskum, týskum, latíni, føroyskum, donskum, norrønum, íslendskum og svenskum – umframt teimum eksaktu lærugreinunum.
Vit høvdu morgunsang, men sluppu undan allari víðgongdari religiøsari ávirkan. Endamálið var “dannilsi (t.e. mentan) hins einstaka”, eitt hugtak við uppruna í renaissansuni, humanismuni og upplýsingartíðini, sum í hesum døgum verður tikið fram aftur víðahvar sum fyrimynd og stavnhald í einumhvørjum mentaðum og virðiligum samfelag.
Rættvísin og tað heilaga
Samkomurnar hava sínar stásiligu skálar, og tað er teirra rættur í einum demokratiskum samfelag. Men víðgongd hugsan – hugmyndafrøðilig ella religiøs, stalinisma, marxisma, nazisma ella baptisma – hoyrir ikki heima á einum mentanarsetri - uttan sjálvsagt, sum partur av objektivt upplýsandi kunning ella samfelags- og søguundirvísing.
Fyri hálvari øld síðani gekk ein víðgongdur prædikumaður runt í bygdum í Føroyum, har hann bar ein gudiligan bókling inn í hvørt hús. Har varð við myndum og teksti fortalt um ein syndara, sum at enda verður blakaður ovast av einum fjalli niður í ein eldsjógv, har hann verður stoktur og liggur og vríggjar sær av pínu í allar ævir. Hetta skuldi eitast at vera uppbyggiligur lesnaður fyri børn.
Hetta kann vera eitt dømi um munin millum rættvísina og tað heilaga. Virksemi av hesum slag, sum mangan ger børn og ung til kronisk sálarlig vrak, eigur – um tað framvegis finst – at fara fram í privatum bønhúsum. Slík ekstremisma – og alt, sum minnir um hana – eigur at verða útihýst úr rættvísinnar sekuleru stovnum. Og annars vita upplýst fólk, at eldsjógvurin er ikki til, at helviti er ein tóm mýta, og at Satan er ein íspunnin figurur nakað sum Dunaldur Dunna.
BÓKMENTIR
Conquest, Robert: The Great Terror. A Reassessment. Pimlico. Nýggj útgáva. London 1990.
Deutscher, Isaac: The Prophet Outcast. Trotsky 1929-1940. Oxford University Press. London 1963.
Platon: Euthýfron ella UM TAÐ HEILAGA. Hanus Kamban týddi úr frummálinum. Náttsólin 2012.
Willy Brandt. Ein politisches Leben im 20. Jahrhundert. Die Ausstellung im Willy-Brandt-Haus. Lübeck.
Zygar, Mikhail: All the Kremlin´s Men. Inside the Court of Vladimir Putin. Public Affairs. New York 2016.