Deildar meiningar eru um "ælabogavegin" í Gundadali.
Vit hava fyrr fingið tíðindaskriv um hettar málaða vegastrekki, og somuleiðis eru nógvar viðmerkingar at lesa hvørja ferð tað verður nevnt.
Ein teirra sum eisini hevur nakað uppá hjartað, er Eiler Fagraklett.
Hann er ein ev teimun fyrstu sum arbeiddu fyri at faa LGBT felagsskap upp at standa í Føroyum, og skrivar hann í dag á hansara Facebook-vanga
-Hvussu nógv herverk skal gerast á ælabogavegin áðrenn nakar reagerar ella sigur stopp?
Fyrsta herverkið var longu framt náttina eftir Faroe Pride - og nú er enn meira herverk framt á málaða vegin.
Men ongin miðil hevur sagt eitt orð. Eingin persónur hevur klagað. Eingin hevur meldað.
Ikki eitt alment orð er sagt um hesi herverkini….so vítt sum eg so veit um.
Tað tykist sum um hetta bara verður góðtikið. Normaliserað. Tagt burtur.
Tað er okay at gera seg inn á LGBT+ symbolið og skriva ymiskt ljótt: Tað eru jú bara bøssarnir, sum tað rakar, ikki sjannheit!?!
Hetta fær meg eisini at hugsa um hvat signal, ið hetta sendir til tey mongu ungu, sum hava sína dagliga gongd í Gundadali?
Hvat munnu tey halda um henda almenna ágangin, sum stilliga verður góðtikið av samfelagnun, miðlunum, politikarum og øllum, sum ganga framvið?
Er tað soleiðis, vit ynska at uppala komandi ættarliðið? Og hvat við teimum ungum LGBTarum, sum síggja hetta? Tað ger tað avgjørt ikki lættari hjá teimum vera til ella at koma út.
Ja, eg veit væl, at eg sjálvur kann bæði melda og/ella spyrja kommununa um loyvi at mála oman á ókvæmisorðini.
Men eg hevði ynskt, at onkur annar eisini regearaði! At slík hatursherverk fekk onkran annan upp úr stólinum enn bara meg.
Tað hevði sent eitt sterkt signal til tey ungu í Gundadali - og kring alt Føroyar - um fleiri søgdu her til og ikki longur! At slíkt finna vit okkum ikki longur í í 2025.
Hevði hetta hent í onkrum øðrum vesturlendskum býi, sum eisini hevur ælabogavegir eins og henda, so hevði tøgnin ikki valda eins og hon ger her heima hjá okkum.
PS: Ja, eg veit, at Jesus elskar meg. Men eitt herverk er eitt herverk - eisini tey passiv aggrassivu.
Myndir: Eiler Fagraklett