Ongi úrslit

Orrustan um ælabogavegin

"Men kortini eru tað fólk, ið ynskja LGBT+´arum ilt."

Jóhanna Højgaard
13. august 2025 kl. 13:55

Nogv rumbul hevur verið síðani ælabogavegurin bleiv gjørdur í Gundadali.

Í dag hevur borgarstjórin Elsa Berg lagt skriv út á sín Facebook-vanga:

-Týdningurin av ælabogavegunum staðfestur enn eina ferð.

Harðskapur er oyðileggjandi. Ljót orð og herverk eru særandi. Og í Tórshavnar kommunu góðtaka vit als ikki slík hatursbrotsverk.

Tí verða vøkru ælabogalitirnar málaðir yvir herverkið, so skjótt veðrið er til tað.

Tórshavnar kommuna er nevniliga fyri øll, og her er rúm fyri ymiskleika.

Luttøkan til ársins Faroe pride hevur sannlíkt verið methøg, men kortini eru tað fólk, ið ynskja LGBT+´arum ilt.

Tí er tað avgerðandi, at vit áhaldandi tala at haturstalu og brotsverkum og vísa okkara stuðul fyri einari rúmligari og fevnandi kommunu.

Sí eisini Ælabogin í Gundadali, Gundadalur fingið skot fyri bógvin og Ælabogavegurin fær ikki frið  

Myndir: Av FB-vanganum hjá Elsu Berg

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

8 tímar síðan

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

Í gjár kl. 09:13

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49