Serliga krákur, men eisini aðrir fuglar, síggjast onkuntíð sita á bønum, sum hava teir brotið veingin, ella eitthvørt annað feilar. Tað er tó ikki altíð orsøkin.
Krákan setir seg onkuntíð við vilja soleiðis. Hon situr pinnastill nærhendis einum meyrureiðri, breiðir sínar veingir út og letur meyrurnar leypa á seg.
Hettar ger hon tí meyrurnar, tá tær føla seg hóttar, skilja út eina sýru. Hendan sýran virkar sum eitt natúrligt evni, sum hjálpir krákuni at burturbeina soppar, bakteriur og sníkar.
Sostatt kann krákan koma fyri seg aftur, um tær føla seg sjúkar, uttan at tørvur er á heilivági.
Hesin atburður eitur "Anting" (meyring á føroyskum) og hevur sum sagt verið eygleitt hjá ymiskum fuglasløgum.