- Tað er hol í lóggávuni, sum loyva muslimskum sosialum eftirliti og kúgan av kvinnum á útbúgvingarstovnum í Danmark.
Tað sigur Mette Frederiksen, sum á grundlógardegnum boðar frá nýggjum tiltøkum móti átrúnaðarligum ritualum, sum taka yvir útbúgvingarøkið.
- Gud hevur rætt til at víkja. Tú hevur rætt til at vera trúgvandi og røkja tína trúgv, men fólkaræði hevur forræði, sigur hon við Ritzau.
Serliga fer forsætisráðharrin at víðka forboðið móti at dekka andlitið til útbúgvingarstovnar, soleiðis at tað til dømis verður bannað at vera í islamska niqab í skúlastovu.
Harumframt fer hon at fáa bønarrúm burtur frá útbúgvingarstovnum.
- Tað er ikki sambærligt við fólkaræðið at kúga gentur og kvinnur við at krevja, at tær skulu vera fullkomiliga dekkaðar, sigur Mette Frederiksen.
Forboðið frá 2018 um at dekka andliti, hevur higartil bert fevnt um almenn rúm og ikki um skúlar og útbúgvingar.
Tað var ein feilur, at tað varð avmarkað á henda hátt, heldur Mette Frederiksen nú.
Tað er eisini átaluvert, at bønarrúm eru sett, á fleiri útbúgvingarstovnum seinastu árini.
Tá tað kemur til átakið at taka bønarrúmini burtur, fer Mette Frederiksen ikki at gera eitt beinleiðis statsbann.
Í staðin skulu tey í skúla- og útbúgvingarmálum, gera greitt, í samrøðu við universitetini, at eingin bønarrúm skulu vera í útbúgvingunum. Ein loysn skal finnast í felag.
- Tað er ikki eitt kjak, um vit vilja tað ella ikki. Vit taka aktivt støðu til, at vit ikki ynskja tað, tí tað verður brúkt sum mekanisma fyri kúgan móti gentum og potentielt eisini dreingjum, sigur Mette Frederiksen.