Ongi úrslit

Mette Frederiksen finnst at sponskum starvsfelaga

Spania skínur í dag sum ein fyrimynd segði

© Jon Nazca / Ritzau Scanpix
Jóhanna Højgaard
2 tímar síðan

Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, hevur funnist hvassliga at spanska starvsfelaga sínum, eftir at fleiri stig í Vuelta a Espana vórðu oyðiløgd av pro-palestinskum mótmælisfólkum .

Serliga tað seinasta strekkið, har luttakararnir ongantíð fingu loyvi at súkkla um málstrikuna.

- Seinastu vikurnar hava súkklukappingar verið oyðilagdar av mótmælisfólkum, og ítrótturin hevur verið hildin gísli í konfrontatiónum hjá øðrum. Hetta er skeivt, skrivar hon á Instagram.

Forsætisráðharrin heldur, at mótmælisfólkini oyðileggja ítrótt og í longdini fólkaræðið. Høvdu vit sæð Pedro Sánchez, so áttu vit at víst stigini, sum vóru tikin í mótmælisgonguni. Tað beint øvugta.

-Sjalvt um eg ikki vanligt blandi ítrótt og politikk saman, fari eg at gera eitt undantak. Spanski starvsfelagi mín rósti happingarmonnunum í gjár.

-Eg eri sera ósamd í hesum. Í staðin fari eg at rósa ítróttarfólkunum og tykkum øllum, sum ikki oyðileggja nakað fyri onnur, skrivar hon at enda.

Spanski forsetisráðharrin Pedro Sanchez, segði millum annað í gjár, at Spania eigur at vera errin av mótmælisfólkunum.

- Spania skínur í dag sum ein fyrimynd og sum ein kelda til stoltleika. Eitt dømi fyri altjóða samfelagið, sum sær Spania taka eitt stig fram í verjuni av mannarættindum, segði hann, sambært NTB.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta skulu suðuroyingar aldrin uppliva aftur

13. sepember kl. 15:42

Ávaring frá løgregluni: Fuglfirðingar skulu lata vindeyga og hurðar aftur

12. sepember kl. 18:10

Charlie Kirk er skotin

10. sepember kl. 21:00

Marta Ellefsen og floksfelagar sleppa ikki úr hotellinum

11. sepember kl. 21:55

Sambandið suður um landið sveik aftur í dag

10. sepember kl. 16:45

Nú er at skunda sær at hamstra!

10. sepember kl. 20:20