Ongi úrslit

Mette Frederiksen biður um umbering

Forsætisráðharrin biður nú vegna Danmark, um umbering til grønlendskar kvinnur

Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
27. august kl. 20:30

Grønlendsku kvinnurnar og genturnar, sum fingu spiral sett upp, uttan samtykki, sum part av sokallaða spiralmálinum, fáa nú eina almenna umbering.

- Vit kunnu ikki broyta tað sum er hent, men vit kunnu taka ábyrgd. Tí fari eg, vegna Danmark, at biða um umbering, sigur Mette Frederiksen í tíðindaskrivi.

Tað er ein umbering, sum kemur bæði frá danska statinum og grønlendsku stjórnini Naalakkersuisut.

Forsætisráðharrin biður um umbering fyri málini, sum fóru fram fram til 1992, tá Danmark hevði ábyrgdina av grønlendska heilsuverkinum, og grønlendski forsætisráðharrin, Jens-Frederik Nielsen, biður um umbering fyri málini sum vóru, eftir at Grønland tók við ábyrgdini.

- Vit viðurkenna, at IUD-málið er ein kelda til bæði vreiði og sorg fyri nógvar grønlendingar og nógvar familjur í Grønlandi, sigur forsætisráðharrin.

Spiralmálið hevur elvt til stóra vreiði, síðan tað kom framm, at grønlendskar kvinnur og gentur heilt niður í 13 ára aldur, fingu spiral uppsettan av donskum læknum, uttan samtykki.

Í 2022 fór landsstýrið undir eina ópartíska kanning av málinum, sum skal vera liðug innan 1. september í ár.

Men forsætisráðharrin hevur valt at biða um umbering longu nú.

- Sjálvt um vit ikki hava eina greið mynd, so hevur tað vakt ans hjá stjórnina, at so nógvar grønlendskar kvinnur einmælt boða frá, at tær hava verið fyri misnýtslu av danska heilsuverkinum, sigur forsætisráðharrin í tíðindaskrivinum.


Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Er meldaður fyri blúnisbrot

Í gjár kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

Í gjár kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

Í gjár kl. 11:39