Mette Frederiksen, forsætisráðharri er ræðslusligin av skottilburðinum í Sydney sunnudagin.
Tað segði hon í einari viðmerking á vanga hjá sínum á sosiala pallinum X.
- Eg eri ræðslusligin av skakandi yvirgangsatsóknini á Bondi Beach. Hátíðarhaldið av ljósinum avbrotið av myrkum gerðum. Eg sendi djúpastu samkenslu til ofrini og familjur teirra, skrivar hon.
Danmark stendur saman við Avstralia og avstralska jødasamfelagnum, skrivar Mette víðari í viðmerkingini.
Í Danmark hava myndugleikarnir tikið støðu til hendingina og ríkispolitiið hevur biðið løgregluøkini um at økja um varðhaldið á jødiskum støðum eftir álopið í dag.
Tað boða bæði DR og TV 2 frá.
Samstundis er áræðið økt á jólamarknaðum, upplýsir fregnartænastan hjá donsku løgregluni, PET, fyri Ritzau.
Løgreglan hevur longu, í eina tíð, havt ein serligan ans til jødisk støð, eftir almennari meting frá PET.
Men álopið á jødar á Bondi Beach í Sydney sunnudagin hevur altso ført til, at løgregluøkini verða heitt á um at vera eyka á varðhaldi.