Ongi úrslit

MEST og MOWI gjørt avtalu um bygging av størstu tvíkilju í Føroyum

Jóhanna Højgaard
25. sepember kl. 21:00

Avtalað var í dag undirskrivað um bygging av eini tvíkilju, sum er 24 metrar long og 12 metrar breið. Tvíkiljan verður latin í apríl 2027. Hetta verður størsta tvíkiljan í Føroyum og er eitt greitt tekin um tørvin á størri deksplássi, størri útgerð og umstøðum umborð.

Umborð á tvíkiljuni eru tvey 1 manskømur, umframt galla og uppihaldsrúm. Tvíkiljan er serliga sniðgivin til nýtslu sum vinnufar í alivinnuni í Føroyum og líkur krøvini hjá Sjóvinnustýrinum.

Fyri at nøkta krøvini til at lyfta og handfara størru útgerðina, sum alibrúkini brúka, er tvíkiljan millum annað útgjørd við tveimum stórum kranum

Tvíkiljan hevur stórar bóg- og síðuskrúvur, og verður latin við DP-skipan.

Myndin er av Hans Jákup Mikkelsen, stjóra á MOWI í Føroyum og Mouritz Mohr, stjóra á MEST, tá sáttmálin var undirskrivaður.

“MEST fylgir væl við menningini í alivinnuni og leggur seg eftir at veita framkomnar tvíkiljur í eini høgari góðsku til kappingarførar prísir”, sigur Mouritz Mohr, stjóri á MEST.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

14 tímar síðan

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

Í gjár kl. 09:07

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03

Minningarorð um Helga Olsen í Rituvík

11. november kl. 12:41

Útselt á sjálvum upplatingardegnum

11. november kl. 21:00