Toppskorarin yvir teimum øllum í føroysku landskappingini í fótbólti, Klæmint Andrasson Olsen, er komin á ein fínan lista yvir leikarar, ið hava skorað flest mál fyri eitt felag í 21. øld.
Hann er frammanfyri Wayne Rooney og bert trý mál aftanfyri Sergio Aguero.
Tað er International Federation of Football History & Statistics, ið hevur kunngjørt ein lista av teimum 11 leikarum, ið hava skorað flest mál fyri felag sítt í 21. øld, og har er Klæmint Andrasson Olsen – við sínum 257 málum í bestu deildini – nummar sjey á listanum. Nummar átta á listanum er Wayne Roooney, við 253 málum fyri Manchester United, og nummar seks á listanum er Sergio Aguero, sum skoraði 260 mál í síni tíð í Manchester City.
Listin sær soleiðis út:
11. Maksim Gruznov (Estland)
Felag: Trans Narva | Mál: 218
10. Francesco Totti (Italia)
Felag: AS Roma | Mál: 244
9. Harry Kane (Ongland)
Felag: Tottenham Hotspur | Mál: 250
8. Wayne Rooney (Ongland)
Felag: Manchester United | Mál: 253
7. Klæmint Andrasson Olsen (Føroyar)
Felag: NSÍ | Mál: 257
6. Sergio Aguero (Argentina)
Felag: Manchester City | Mál: 260
5. Bader Al-Mutawa (Kuvait)
Felag: Al Qadsia | Mál: 282
4. Karim Benzema (Frakland)
Felag: Real Madrid | Mál: 325
3. Robert Lewandowski (Pólland)
Felag: Bayern Munich | Mál: 344
2. Cristiano Ronaldo (Portugal)
Felag: Real Madrid | Mál: 450
Lionel Messi (Argentina)
Felag: Barcelona | Mál: 672
Klæmint Andrasson Olsen er altíð lítillátin, tá hann verður spurdur um hansara bragd sum málskorari, men hann heldur sjálvur, at har eru nakrir fínir menn á listanum, og at tað er ein heiður at vera á einum tílíkum lista.
– Eg má royna at yvirhála Aguero nú, og annars halda Harry Kane aftanfyri meg, tekur liðskiparin hjá NSÍ og toppskorarin í føroyskum fótbólti, Klæmint Andrasson Olsen, skemtiliga til.
Tað er heilt realistiskt at fáa Sergio Aguero aftur, tí har mangla bert trý mál í at fáa hann aftur, men skal Klæmint longur upp á hasum fína listanum, so skal hann nøkur mál afturat at náa fimta plássinum, sum er Bader Al-Mutawa, ið hevur skorað 282 mál og til Karen Benzema, sum higartil er skrásettur fyri 325 mál fyri Real Madrid.
– Enn er nakað upp til Benzema, Ronaldo og Messi. Verða teir tiknir?
– Mann skal ongantíð siga ongantíð, men tað verður ringt at fáa Ronaldo og Messi aftur. Teir verða neyvan tiknir, sigur Klæmint Andrasson Olsen við Dimmalætting.