Ongi úrslit

Menn og barnsburðartunglyndi

Umleið 8% av øllum pápum líða undir tí

© Gigni
Jóhanna Højgaard
Í gjár kl. 20:00

Vanligt er at hoyra um kvinnur sum fáa barnsburðartunglyndi. Heldur sjáldsamari er at hoyra, um menn sum líða av hesari tunglynd, men ímillum allar pápar, telja teir uml. 8%, boða tey frá úr Gigni.

Gigni er eitt tilboð um heilsufrøði til allar barnafamiljur, eins og til skúlabørn/tannáringar.

Tað er ein ein stovnur hvørs fyrisiting liggur í Heilsutrygd, og sum hevur við egna játtan í fíggjarlógini.

Til leiðbeining leggur Gigni, á teirra Facebook-vanga, fram nakrar av støðunum og tonkunum, sum kunnu benda á, at ein kanska er við at fáa barnsburðartunglyndi, ella um man longu hevur tað:

Hjálparloysi

"Eg megni ikki at liva upp til mína ábyrgd", "Eg verði ein vánaligur pápi", "Eg megni ikki at geva nóg góða umsorgan" og "Eg havi ikki tamarhald á støðuni".

Vónloysi

"Mítt lív verður oyðilagt", "Vit skuldu ongantíð havt fingið børn", "Eg megni hetta ikki" og "Tað er onki, sum hjálpir".

Sjálvsniðurgering

"Eg eri ein vánaligur pápi" ella "Hetta dugi eg ikki".

Skuldarkensla

"Eg eri ikki nóg góður", "Eg burdi verið so glaður", "Eg kann ikki loyva mær ikki at elska mítt barn" og "Barnið fær eitt ringt lív við mær sum pápa". 

Les meira á heimasíðuni hjá Gigni

Menn og barnsburdartunglyndi

Mest lisið hesa vikuna

Ein ungur maður vildi gera av við seg

27. juli kl. 08:40

Gundadalur fingið eitt skot fyri bógvin.

24. juli kl. 15:05

Vilja koyra Framsókn úr Samgonguni - og fáa Miðflokkin upp í

25. juli kl. 17:15

Hvat svaraði amerikanski læknin John Johannesen uppá spurningarnar um gíslarnar í Gaza?

26. juli kl. 00:48

Sera lítið skil á

Í gjár kl. 10:30

Manningarfeløg lýsa tænastubann á Galaxy

25. juli kl. 15:26